Toppdystur verður seinnapartin

Rógvi E. Nielsen og Hans K. Simonsen, sum eru teir einastu við fullari úrtøku, bresta seinnapartin saman í FM í talvi

Klokkan 17 í dag verður triðja umfar í FM í talvi, sum í hesum døgum er í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Soleiðis sum tað hevur lagað seg í tveimum teimum fyrstu umførunum er stórur áhugi fyri talvinum millum Rógva Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen. Teir báðir hava áður vunnið FM, og nú eru hesir báðir teir einastu, sum eftir tvey tey fyrstu umførini hava vunnið fulla úrtøku.

Eftir at hann í fyrsta umfari vann á Finnbjørn Vang, so vann Hans Kristian Simonsen í øðrum umfari á Andriasi Danielsen. Sigrarnir hjá Rógva Egilstoft Nielsen eru vunnir á Herlufi Hansen og Ólavi Simonsen.

Hjá FM vinnaranum í 2014, Høgna Egilstoft Nielsen, hevur tað verið eitt sindur haltandi í tveimum teimum fyrstu umførunum. Eftir tapið ímóti Eyðuni Nolsøe í fyrsta umfari endaði tað remis í øðrum umfari ímóti Martini Poulsen, sum framvegis er ósigraður.

Eyðun Nolsøe er framvegis ósigraður, men eftir sigurin á Høgna Egilstoft Nielsen við eirindarleysum álopsspæli í fyrsta umfari endaði tað í gjár remis ímóti Finnbjørn Vang.

 

Støðan eftir tvey umfør:

Rógvi Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen 2 stig.

Martin Poulsen og Eyðun Nolsøe 1,5 stig.

Andrias Danielsen 1 stig.

Høgni Egilstoft Nielsen, Finnbjørn Vang, Herluf Hansen og Heiðrikur T. Jacobsen 0,5 stig.

Ólavur Simonsen 0 stig.

 

3. umfar klokkan 17.00 í dag:

Finnbjørn Vang - Høgni Egilstoft Nielsen

Andrias Danielsen – Eyðun Nolsøe

Rógvi Egilstoft Nielsen – Hans Kristian Simonsen

Heiðrikur T. Jacobsen – Ólavur Simonsen

Martin Poulsen – Herluf Hansen