2. DEILD
Eftir tvey tey fyrstu umførini eru tað tvey feløg, sum hava fingið fult stigatal. Tey eru Royn og B68. Toftamenn hava vunnið móti B36 og HB, og Royn hevur vunnið móti FSV04 og B36.
Sambært skipanini skulu Royn og B68 takast í Hvalba hvítusunnuaftan ella nú leygardagin. Men nú er hetta broytt, soleiðis at tað í staðin fyri í Hvalba fer at verða spælt á Toftum. Dysturin millum B68 og Royn í 13. umfari, sum sambært skipanini skal vera á Toftum 27. august, verður í staðin spældur í Hvalba.
Tað eru hvalbingar, sum hava biðið um, at tað verður býtt um upp á dystirnar. Orsøkin er tann, at tað á hvítusunnu verður Hvalbiar lega, sum tað verður nevnt, í leguhúsinum í Nesvík. Tí hava hvalbingar hildið, at tað hevði verið ólagaligt, um toppdystur í 2. deild skuldi verið í Hvalba hvítusunnuaftan. Nú verður dysturin á Toftum, og so verður tað ivaleyst soleiðis, at hvalbingar fara mannsterkir úr Nesvík og á Svangaskarð at taka á við sínum monnum.
Bestu liðini hjá B68 og Royn hava ikki spælt landskappingardyst ímóti hvørjum øðrum síðani í 1980, tá ið B68 vann 2. deild og frá 1981 og inntil í fjør var í bestu deildini.