Fyrra helvt av 1999 landskappingini er av. Í flestu feløgunum eru spælararnir farnir í summarfrí, men í fleiri feløgum verður frítíðin sera stutt. KÍ og B36 skulu spæla finalu í steypakappingini sunnudagin, og tað hevur við sær, at venjingin verður tikin í fullum álvara í hesi vikuni, og at hesi bæði feløgini og HB skulu í Europa Cup hevur við sær, at tað verður so sum so við summarfrítíðini. Í flestu av hinum feløgunum verður ikki vant í hesi vikuni og í komandi viku, og so verður farið undir fyrireikingarnar til seinnu helvt av landskappingini, sum tað verður sett hol á sunnudagin 1. august.
Toppurin
Klaksvíkingar vunnu í Fuglafirði, og sigrarnir hjá GÍ og B36 móti ávikavíst B68 og NSÍ gera, at toppurin so at siga smælkaði eitt sindur. KÍ er trý stig undan B36 og GÍ. Tað ljóðar av nógvum, men munurin er bara tað, sum kann vinnast og tapast í einum dysti, og tí kann ikki annað sigast, enn at tað framvegis er stórur spenningur.
Hóast KÍ eigur metið í FM heitum, so ber ikki til at siga, at tey flestu teirra, sum nú spæla við og halda við KÍ, minnast til at teirra felag hevur vunnið fleiri FM. Síggja vit burtur frá 1991, so skulu vit aftur til 1972, og tey, sum minnast aftur til 66 liðið, sum í 1972 vann FM fyri síðstu ferð, eru farin um tey tríati.
KÍ er á odda í summarsteðginum, og tað hava teir ikki roynt í níti árunum. Tá teir vunnu FM í 1991, var B36 fremst í summarsteðginum. At B36 í 1991 ikki vann FM var ein av fýra ferðum seinastu tíggju árini, at liðið, sum vann FM, ikki var fremst í summarsteðginum. Í 1989 vann B71 FM, og teir vóru fremstir, tá kappingin var hálvrunnin. Í 1990 vann HB FM, og teir vóru eisini fremstir í summarsteðginum. Í 1992 var B68 fremst í summarsteðginum, og teir vunnu eisini FM, og so vann GÍ fýra FM heiti á rað.
Men gøtumenn vóru bara tað fjórða og síðsta árið sannførandi alla tíðina. Í 1996 høvdu teir 20 stig, tá kappingin var hálvrunnin, og tað var trý meiri enn KÍ. Í 1993, 1994 og 1995 bendu støðurnar í summarsteðgunum ikki á, at GÍ skuldi vinna FM. Øll trý árini var HB á odda, og allar tríggjar ferðirnar endaði kappingin við, at GÍ vann gull og HB silvur.
Í 1993 var HB á odda við trettan stigum (GÍ hevði tólv), og í 1994 hevði HB fimtan, meðan B71 hevði fjúrtan og GÍ trettan stig. Í 1995 hevði HB 21 stig, meðan GÍ bara hevði sekstan, men ta ferðina var endaspurturin góður hjá GÍ, meðan HB so at siga fór niður við nakkanum.
Eldur í botninum
Sumbingar fingu fyrstu stigini í posan, tá teir fríggjakvøldið vunnu móti VB. Sigurin hjá Sumba og tapini hjá ÍF og VB gera, at tað tódnaði nógv í botninum. Sandoyingar tóktust hava tikið eitt orduligt skarvslop, men í yvirtíðini mistu teir tvey av stigunum, sum teir tóktust hava vunnið móti HB.
Sumba er framvegis niðast, men tað er vert at leggja til merkis, at teir í øðrum umfarinum eftir summarsteðgin eiga heimavøll móti ÍF. Úrslitið ta ferðina kann fara at hava stóran týdning fyri endaligu uppgerðina.
Sumbingar eiga eisini heimavøll móti B71. Í síðsta umfarinum skal Sumba til Vágs, og tað ber væl til at ímynda sær, at úrslitið í hesum dystinum verður týdningarmikið fyri niðurflytingina, samstundis sum tað kann fara at verða avgerandi bæði fyri FM og niðurflyting, hvussu tað fer at laga seg, tá ÍF í síðsta umfarinum skal spæla í Klaksvík.
Óvæntað
Tað eru ikki so nógvar vikur síðani, at tað varð nevnt, at óvæntaðu úrslitini vóru fá og ov fá. Fyri trimum vikum síðani mettu vit, at uppgávurnar hjá HB fram móti summarsteðginum tóktust lættari, enn tær gjørdu hjá hinum oddaliðunum, og at sannlíkið tískil var stórt fyri, at HB fór at liggja ovast eftir 9. umfarið.
Tað hevur lagað seg nógv øðrvísi. HB hevur ikki megnað meiri enn javnleik móti B68 og B71, og harvið hava teir mist týdningarmikil stig í kappingini um oddasessin.
Í HB plaga teir at siga, at málið er á hvørjum ári at vinna bæði FM og løgmanssteyp. Í ár hava teir ongan møguleika at vinna steypakappingina, og so er spurningurin, hvussu tað fer at verða við FM og Europa Cup. Tað eru framvegis 27 stig at spæla um, men um støðan, sum nú er, fer at halda sær, so fer tað at hava við sær, at HB ikki sleppur upp í part í Europa Cup ár 2000. Eingin ivi man vera í, at HB menninir ógvuliga fegnir vilja broyta hesa støðuna, nú Tórsvøllur er komin.
Komandi vikan
Úrslitini sunnudagin bóru millum annað við sær, at finaluliðini í steypakappingini vunnu, og tað fer uttan iva at hava við sær, at áhugin fyri finaluni um løgmanssteypið fer at vera eyka stórur, sjálvsagt fyrst og fremst millum viðhaldsfólkini hjá B36 og KÍ, sum eru tey bæði fremstu liðini í landskappingini og sum ikki hava hittst í finaluni síðani í 1967.
Sum vikuskiftið fer at nærkast, fara vit at gera burturúr finaluni. Ítróttarsíðurnar fara alla vikuna at gera merktar av, at tað eru oyggjaleikir. Í morgin fara vit at gera burturúr kappróðrinum á jóansøku, og hósdagin fara vit at taka aftur í 3. deild, og fríggjadagin og leygardagin fer tað serliga at snúgva seg um finaluna um løgmanssteypið, sum ivaleyst fer at eiga mesta plássið á ítróttarsíðunum um eina viku.