Toppliðið verður í Gundadali

Kvinnur: Í dag er HB stórur favorittur á Skála, og oddaliðið er favorittur í Gundadali

Tveir dystir í kvinnukappingini vera seinnapartin. Ein verður í Gundadali, og hin verður á Skála.

Tað eru fimm lið í deildini, og í dag er tað KÍ, sum heldur frí.

Við 2-0 heimasigri ímóti KÍ fyri einari viku síðani legði ÍF/Víkingur/B68 seg á odda.

Í dag fer toppliðið at spæla í Gundadali ímóti B36. Árstalsliðið vann tíðliga í kappingini tvær ferð, men síðani hevur tað ikki bragdað.

HB, sum er á triðja plássi og fýra stig frá oddaliðnum, verður seinnapartin gestur undir Mýruhjalla á Skála. HB hevur skorað 34 mál – fjúrtan fleiri enn toppliðið. EBS/Skála hevur higartil vunnið ein sigur – á heimavølli ímóti B36.

 

EBS/Skála - HB: Sámal Einarsson kl. 14.00

B36 - ÍF/Víkingur/B68:Stephan Petursson kl. 15.00

 

ÍF/Vík/B68962120720
961215719
HB951334816
B3692067286
EBS/Skála91074303