Eftir steðg síðani 14. mai verður aftur fótbóltur í bestu kvinnudeildini ídag.
KÍ er topplið og EBS/Skála er næstfremst. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey í dag fara at spæla á útivølli í Gundadali.
B36 fær vitjan av KÍ, og HB fær vitjan av EBS/Skála.
Triði dysturin verður á Toftum, har tað verður oyggjauppgerð. B68 fær vitjan av ÍF/Víkingi.
B68-Víkingur: kl. 12.30
HB-EBS/Skála: kl. 18.00
B36-KÍ: kl. 12.30
Støðan
KÍ 18
EBS/Skála 18
HB 12
B36 6
B68 6
ÍF/Víkingur 0
KÍ og B36 hava spælt seks dystir, og hini liðini hava spælt sjey dystir.