23. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin ídag. 07 Vestur, Skála og AB kappast um tey bæði plássini, sum bera uppflyting við sær.
Um støði verður tikið í stigatalvuni, so er tað einki, sum bendir á, at hesi trý liðini fara at snáva ídag. 07 Vestur hevur beina kós ímóti bestu deildini, og als einki bendir á, at vágaliðið fer at missa stig, tá ið EB/Streymur, sum er niðarlaga á støðutalvuni, fer at vitja í Sørvági. Í 8. umfari vann 07 Vestur heimadystin ímóti EB/Streymi 4-1, og tá ið liðini hittust í Streymnesi var úrslitið 2-0 til 07 Vestur.
AB og Skála skulu út at ferðast. Hesi bæði liðini eru kanska ikki so stórir favorittar, sum 07 Vestur er, men tey eiga at vera nóg stinn at vinna fulla úrtøku í ávikavíst Klaksvík og Leirvík.
Úrslitið í 8. umfari millum AB og KÍ í Klaksvík var 4-0 til AB, og á heimavølli vann AB 6-1 á KÍ. Skála megnaði ikki meiri enn 1-1 í Leirvík í 8. umfari. Á Skála gekk betur hjá heimaliðnum, sum vann 6-0 á Víkingi.
23. umfar´
Leygardagin 1. september
KÍ-AB: Bent Tommy Linklett kl. 18.00
Víkingur-Skála: Dagfinn Forná kl. 15.00
07Vestur-EB/Streymur: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
HB-B71: Súni Fríði Barbá kl. 15.00
B68-NSÍ: Kári J. á Høvdanum
Støðan eftir 22 umfør
07 Vestur 53
Skála 48
AB 46
HB 34
Víkingur 30
KÍ 29
B71 27
EB/Streymur 23
NSÍ 14
B68 11