Toppskjúttin er á beinkinum

Tríggir av føstu monnunum hjá HB sita á beinkinum, meðan EB/Streymur er fram ímóti í stinnastu útgávu

HB er í dag í Hólmanum á Eiði, og venjarin Jonas Dal Andersen hevur gjørt av, at tríggir av spælarunum, sum higartil hava verið fastir millum teir fyrstu ellivu, skulu sita á beinkinum frá fytrsta bríksli ídag.

Talan er um Daniel Johansen, Bartal Wardum og Mikkel Dahl, sum er toppskjútti í fremstu deildini við sjey málum.

EB/Streymur er í mest sum stinnastu útgávu. Arnbjørn Hansen er á beinkinum, og einki er at síggja til Hans Paula Samuelsen, sum síðstu løtuna mikukvøldið átti stóran leiklut.