Toppskjúttin fer til Íslands

Íslendska KR og Rógvi Jacobsen skrivaðu mánadagin undir sáttmála, sum bindur føroyska landsliðsleikaran at íslendsku meistarunum tey bæði næstu árini

Leikaraskifti

Tað eru longu nakrir mánaðir síðani, at tað kom fram, at íslendska KR hevði áhuga í Rógva Jacobsen, og hóast hetta ikki gjørdist av nøkrum í fyrsta umfari, so er íslendski áhugin ikki kólnaður.
- Rógvi Jacobsen er okkara fremsta mál á listanum, og verður tað ikki nú í summar, so spælir hann við okkum næsta ár, skrivaði formaðurin hjá KR á heimasíðu felagsins í juli mánaði, og nú vísir tað seg, at hann hevði rætt.
Rógvi Jacobsen og KR komu nevnliga um vikuskiftið ásamt um sáttmála, sum komandi tvey árini bindur føroyska landsliðsleikaran at íslendsku meistarunum næstu tvey árini.

Keyptur sum miðvallari
Sáttmálin tekur við hálvan november, og Rógvi dylir ikki fyri, at tað hjá sær er gleðiligt, at hann soleiðis eisini kann vera partur av HB-liðnum.
- Teir vóru í samband við meg longu í vár, men tá svaraði eg, at eg fyrst og fremst vildi gera útbúgvingina hjá mær lidna.
Útbúgvingin var liðug í summar, men hóast hetta, so dylir Rógvi ikki fyri, at hann eisini er fegin um, at hann slapp at spæla kappingarárið í HB liðugt.
- Sjálvandi vildi eg ógvuliga fegin sleppa avstað, men sum kappingarárið í Føroyum gekk, so vildi eg eisini fegin sleppa at spæla árið liðugt her. Tíbetur eydnaðist tað at fáa eina avtalu, har eg komið til felagið í november mánaði, so eg fái sluttað ordiliga av her, og tað vildi eisini verið keðiligt, um eg kom til nýtt felag mitt í einum kappingarári, heldur Rógvi.
Og so kann at enda viðmerkjast, at tað er sum miðvallari, at Rógvi er keyptur til Íslands.
- Tað siga teir í øllum førum, at tað er. Men kanska broyta teir fatan, um teir hyggja at máltindinum sigur føroyski toppskjúttin smílandi at enda.

Sáttmálaleysur
Í HB siga tey sum vera man, at tað sjálvandi er stórur missur, at Rógvi nú fer úr felagnum. Enntá upp á sokallaðan frían transfer, tí sáttmáli hansara við HB gongur við kappingarlok í ár.
- Sjálvandi høvdu vit fegnir vilja longt sáttmálan við Rógva, men tað er nú einaferð soleiðis, at tingini hanga saman, so tað fáa vit ikki gjørt so nógv við, sigur stjórin í Havnar Fótbólti, Steinfinnur Mittelstein.
Hann leggur tó afturat, at teir í leiðsluni í felagnum ikki vilja forða nøkrum av leikarum felagsins í royndunum at sleppa avstað, og at HB heldur ikki hevur forðað Rógva í hesum.
- Nú veit eg væl, at tað hevur verið nakað skrivað um málið, men vit hava alla tíðina stuðlað Rógva í hesum. Hetta er kanska eisini ein møguleiki, sum er sprottin úr dystunum, sum vit hava leikt móti KR tey bæði seinastu árini, umframt at teir sjálvandi eisini hava sæð Rógva leikt á landsliðnum.
- Nú er sáttmálin so komin endaliga í lag, og eg kann bara staðfesta, at vit eru fegnir um, at Rógvi hevur fingið hendan møguleikan, eins og vit fegnast um, at áhugin fyri HB og okkara leikarum tykist vera uppgangandi. Tað merkir so hinvegin ikki, at vit bara vilja avreiða leikarar ókeypir, tá fyrispurningar eru, men tað vísir, at tað er eitt gott arbeiði, sum verður gjørt í felagnum, sigur Steinfinnur Mittelstein at enda.
Tað er North Atlantic Football Agency við Jákupi í Stórustovu, sum hevur staðið fyri samráðingunum við íslendska felagið.