Toppskjúttin er leikbannaður

Hjá HB eru tveir vongverjar ikki við á Svangaskarði, har HB fyrr í ár misti sigurin á stokkinum

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði, har HB verður gestur hjá B68. Fyri nett trimum mánaðum síðani, misti HB á Svangaskarði sigurin í síðtu løtu, tá ið Sebastian Lau Nielsen javnaði til 1-1. Hann er toppskjútti hjá B68 við sjey málum, men hann verður ikki við í dag. Í rimmar 3-0 sigrinum ímóti AB, tá ið hann skoraði tvey mál, sá hann gula kortið fyri fjórðu ferð, og tí er hann leikbannaður.

 

Hjá B68 er Jákup á Borg aftur á beinkinum, eftir at hann fyri viku síðani var uttanlands. Andri Benjaminsen, Jann Ingi Petersen og Lukasz Cieslewicz eru skaddir, og tað er ivasamt, hvussu tað er við Gilla Samuelsen, sum noyddist av vøllinum ímóti AB. Áki Johannesen var ikki við í sigrunum ímóti Skála og AB, tí hann er skaddur.

 

Hjá HB er vongverjin í vinstru Daniel Johansen leikbannaður, og vongverjin í hinum borðinum Heri H. Mohr er skaddur. Álopsspælarin Hilmar Leon Jakobsen og miðverjin Gustav Kjeldsen eru eisini á skaðalistanum.

 

B68 – HB: Egill Arnar Sigurþórsson kl. 15.00