5. umfar í 1. deild í fótbólti er á skránni í dag. Klokkan 15 verður fyrsta bríkslið í fýra dystum. Fimta uppgerðin verður ikki fyrrenn í morgin klokkan 15, tá ið TB fær vitjan av NSÍ.
Í dag sær skráin soleiðis út: LÍF-B68 (Jón Kári í Brekkuni), FSVágar04-B36 (Vinjard Dam), ÍF-SÍ (Jan Skoradal) og HB-KÍ (Bárður Mortensen).
Í morgin verður Páll Augustinussen 23. maðurin á vøllinum, tá ið TB og NSÍ fara at spæla á Sevmýri.
Støðan undan 5. umfari: B68 12 stig, LÍF 9 stig, ÍF og FSV04 7 stig, TB, NSÍ og HB 6 stig, SÍ og KÍ 3 stig og B36 0 stig.
Á miðvøllinum hjá oddaliðunum báðum, sum hittast í dag, eru tveir av teimum, sum í mong ár vóru profilar í fremstu røð.
Jan Joensen, sum nú er spælandi venjari í Leirvík, var í mong ár generalur á KÍ miðvøllinum.
Rúni Nolsøe, sum nú er spælandi venjari á Toftum, var í mong ár generalur á HB miðvøllinum.
Flest mál higartil í 1. deild hava B68 og LÍF skorað ? 15 í part.
B36 hevur í fýra ferðir 90 minuttir ikki megnað at skjóta mál.