Líkindini at spæla fótbólt vera góð seinnapartin. Tað verður yvirskýggjað, lítil vindur og onkra staðni mjørki og sirm. Hitin fer at liggja millum sjey og tíggju stig.
Bara tríggir dystur eru á skránni í dag, og tey trý, sum eftir fimm umfør eru ovast á støðutalvuni, fara ikki at spæla. NSÍ-EB/Streymur verður spældur í annaðkvøld, og týsdagin verður Víkingur-HB.
Um tað eydnast B36 at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti Skála, so verður árstalsfelagið ovast á talvuni - í hvussu so er inntil mánakvøldið.
Dystirnir í dag eru:
ÍF-B71: Ransin Djurhuus kl. 15
B68-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15
B36-Skála: Lars Müller kl. 15
Støðan eftir fimm umfør
HB og EB/Streymur 11 stig
NSÍ 10 stig
B36 9 stig
ÍF 7 stig
Víkingur 6 stig
B71, KÍ og B68 4 stig
Skála 3 stig