EB/Streymur og 07 Vestur hava alt kappingarárið verið roknað at vera favorittar at flyta upp í Effo-deildina.
Í dag varð farið undir annan triðingin av landskappingini í næstbestu deildini. Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at hesi bæði – 07 Vestur og EB/Streymur – nú eru á uppaftur tryggari kós ímóti bestu deildini.
07Vestur vann í dag 8-4 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Hetta er annað umfarið á rað, at 07 Vestur skorar átta mál!
EB/Streymur vann í dag 3-0 á heimavølli ímóti Giza Hoyvík.
Giza Hoyvík og FC Suðuroy eru einastu avbjóðararnir til uppflytingarplássini. Tað mundi verða roknað við, at tað fór at verða torført hjá Giza Hoyvík at fáa stig við sær úr Streymnesi. Meiri óvæntað var tað, at tað ikki eydnaðist hjá FC Suðuroy at vinna á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Gestirnir á Vágseiði eru á veg til hús aftur við 2-1 sigri.
Á Sandi endaði tað 1-1 millum B71 og AB. Heimaliðið var frammanfyri eftir fyrra hálvleik, og støðan var tann sama, inntil tað restaði ein lítil løta. Tá javnaði AB.
Klaksvíkingar eru á veg norður aftur, eftir at teir í Gundadali vunnu 2-0 ímóti HB.
NSÍ-07 Vestur 4-8
EB/Streymur-Giza Hoyvík 3-0
HB-KÍ 0-2
B71-AB 1-1
FC Suðuroy-Víkingur 1-2
Støðan
07 Vestur 26
EB/Streymur 23
FC Suðuroy 16
Giza Hoyvík 15
NSÍ 15
Víkingur 13
KÍ 11
HB 7
B71 6
AB 5
EB/Streymur, FC Suðuroy, Giza Hoyvík og KÍ hava spælt níggju dystir og hini liðini tíggju dystir
11. umfar
Leygardagin 21. mai
KÍ-B71
Giza Hoyvík-NSÍ
AB-07 Vestur
FC Suðuroy-HB
Sunnudagin 22. mai
EB/Streymur-Víkingur