Triðja umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin. Fyrsta bríksl í øllum fimm dystunum verður klokkan 15.00.
Sandoyingar, sum í fjør spældu í 2. deild, hava lagt bragdliga fyri. Saman við Skála hava teir fulla úrtøku. Felags fyri B71 og Skála er, at bæði liðini seinnapartin fara at royna seg á útivølli ímóti næstbestu liðunum hjá feløgunum, sum eru umboðað í bestu deildini. B71 skal spæla í Leirvík, og Skála skal spæla í Gundadali ímóti B36.
Í øðrum umfari endaði tað við málleysum javnleiki, tá ið B68 var í Gundadali og spældi ímóti B36. Í dag skulu toftamenn inn um Løkin at hitta teir næstbestu hjá NSÍ. Tveir dystir vera í Vágum. 07Vestur, sum í vikuni tryggjaði sær Kristian Joensen at verja málið, eigur heimavøll á Valloyrini í Sandavági ímóti teimum næstbestu hjá KÍ, og uppflytararnir í MB fáa í Miðvági vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.
3. umfar í dag:
B36-Skála: Hallur Christiansen kl. 15.00
NSÍ-B68: Johan Petur Michelsen kl. 15.00
Víkingur-B71: Vinjard Dam kl. 15.00
07Vestur-KÍ: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
MB-AB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Støðan eftir tvey umfør
B71 og Skála stig
B68 4 stig
07Vestur, Víkingur, KÍ og AB 3 stig
B36 1 stig
NSÍ og MB 0 stig
Mynd: b71.fo.