Toppurin er í eygsjón í Vágum

Tveir av útlendsku spælarunum hjá 07 Vestur eru skaddir, og ein skálamaður er ivasamur

Fótbóltslagið í Vágum er so gott sum kanska ongantíð áður. Nú tað verður bíðað eftir, at Skála seinnapartin verður gestur á Dungasandi, hugna tey í 07 Vestur sær við at kaga á støðutalvuna. Hon vísir, at 07 Vestur úr fimm teimum fyrstu umførunum hevur vunnið 10 stig. Tað er besta úrtøkan nakrantíð í bestu deildini.

 

Mánakvøldið vann 07 Vestur 2-1 á útivølli ímóti B68. Skálamenn hava higartil vunnið trý stig.

 

Hjá Paula Poulsen og hansara skálamonnum eru allir spælararnir tøkir. Einasta ivamálið er muiðvallarin Jan Ingason Hansen, sum ikki hevur verið við tvær tær seinastu ferðirnar.

 

Tveir av útlendsku spælarunum í Vágum eru ikki tøkir. Teir eru Magnus Isager, sum er darvaður av skaða í lærkrikanum og vongverjin í høgru Kevin Egell-Johnsen. Hann fór stutt eftir steðgin mánakvøldið á Svangaskarði av vøllinum. Tað er vøddaskaði í lærinum, sum argar.

 

Miðverjin Sonni Ragnar Nattestad er við aftur, eftir at hann mánakvøldið var leikbannaður.

 

07 Vestur – Skála: Dagfinn Forná kl. 15.00.