07Vestur er framvegis favorittur saman við TB at flyta upp úr næstbestu deildini. Vágamenn áttu stóra avbjóðing í dag. Teir vóru við Stórá í Trongisvági, har úrslitið var 2-2.
Kappingarneytin hjá 07Vestur er FC Suðuroy, sum var á útivølli ímóti niðurflytingarhótta KÍ. Úrslitið í Klaksvík var 1-1. Jón Krosslá Poulsen legði FC Suðuroy framum seint í 2. hálvleiki. Kanska var tað sjálvmál, tá ið heimaliðið javnaði fram ímóti dystarenda. At FC Suðuroy soleiðis misti tvey stig kann møguliga fara at vísa seg at vera avgerandi í kappingini um uppflyting.
07Vestur skal spæla ímóti botliðunum – KÍ á heimavølli og EB/Streymi á útivølli.
FC Suðuroy skal spæla ímóti B36 á útivølli og NSÍ á heimavølli.
Í kappingini um at sleppa undan niðurflyting tók KÍ við javnleikinum eitt stig inn á HB, sum tapti 3-2 á Argjum. Fimm minuttir eftir steðgin, tá ið støðan var 1-0 til AB, sá Poul Ingason hjá HB beinleiðis reytt kort.
Víkingur vann 2-1 í Runavík, og nú er tað greitt, at tað ikki ber KÍ til at røkka sama stigatali sum Víkingur. Harvið er tað bara HB, sum KÍ hevur møguleika at røkka í stríðnum at sleppa undan niðurflytingini.
KÍ-FC Suðuroy 1-1 (0-0)
0-1: Jón Krosslá Poulsen 77.
1-1: sjálvmál 90.
Reytt kort: Rani N. Johannesen, FC Suðuroy, 90. (beinleiðis reytt)
NSÍ-Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Martin Olsen 21.
0-2: Gunnar Vatnhamar 53.
1-2: Magnus Pauli Sørensen 57.
EB/Streymur-B36 2-2 (1-1)
0-1: Eli Falkvard Nielsen 37.
1-1: Allan Hansen 45.
2-1: Poul G. Olsen 63.
2-2: Tór av Skarði 86.
AB-HB 3-2 (0-0)
1-0: Karstin Højgaard 47.
2-0: Dan í Soylu 70.
2-1: Hilmar Leon Jakobsen 77.
3-1: Karstin Højgaard 84.
3-2: Jákup F. Hansen 90.+3.
Reytt kort: Poul Ingason, HB, 50. (beinleiðis reytt)
TB-07Vestur 2-2 (2-1)
0-1: Sjúrður Olsen 4.
1-1: Teitur Justinussen 23.
2-1: Patrik Johannesen 31.
2-2: Torstein Mýlingstind 63.
Støðan eftir 25. umfar
TB 63
07Vestur 44
FC Suðuroy 42
B36 36
AB 34
NSÍ 31
Víkingur 31
HB 26
KÍ 23
EB/Streymur 17
26. umfar
Leygardagin 27. september
NSÍ-AB
07Vestur-KÍ
B36-FC Suðuroy
TB-EB/Streymur
Sunnudagin 28. september
HB-Víkingur
mynd www.07vestur.fo