Toppurin varð settur upp á pláss

Øll tey trý ovastu taptu, tá ið tað um vikuskiftið varð farið undir seinna partin av donsku landskappingini

SUPERLIGAN

Tað, sum hevur vent niður, vendi um vikuskiftið upp í bestu donsku deildini, og tað, sum hevur vent upp, vendi niður. FCK, Brøndby og Viborg hava alla tíðina verið á trimum teimum ovastu plássunum. Tað eru tey framvegis, men felags fyri tey øll var, at tey einki fingu burturúr, tá ið seytjanda umfarið av 33 var á skránni leygardagin og sunnudagin.
FCK var leygardagin í Esbjerg. Heimaliðið hevur ikki havt serliga sannførandi gongd higartil, og tá ið FCK hevur verið sera sannførandi og undan ferðini til Esbjerg ikki hevði tapt í sekstan teimum fyrstu umførunum, so kundi illa roknast við øðrum enn útisigri.
Fyri einari viku síðani gjørdist greitt, at Esbjerg skal finna sær nýggjan venjara til eftir ársskiftið. Síðani tá hava teir spælt tveir landskappingardystir, og tað hevur gingið sum eftir ánni. Leygardagin vunnu teir 3-1 á FCK, og tað var ikki minst svenski álopsspælarin, Fredrik Berglund, sum gjørdi um seg. Eftir trilvandi summar og heyst er hann rættuliga komin fyri seg. Hann skoraði eitt mál, og hann legði upp til hini bæði.
Brøndby hevði sunnudagin møguleika at taka seg nærri oddaliðnum, men teir tóku ikki av. Tað hevur ikki gingið væl hjá Brøndby í fyrstu royndini, eftir at teir hava verið í UEFA Cup nakrar dagar frammanundan, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Hóskvøldið vann Brøndby 2-0 á heimavølli móti ísraelskum liði í UEFA Cup, og sunnudagin taptu teir 3-0 í Aalborg, har heimaliðið rættuliga hevur fingið luft undir veingirnar, eftir at tað leingi hevur gingið minni væl.
Súni Olsen var á AaB miðvøllinum fyrsta tíman, og so varð hann skiftur út. Í donsku miðlunum fær hann miðal skoðsmál.
Johan Byrial Hansen var á vøllinum alla tíðina, tá ið Horsens vitjaði Haderslev og SønderjyskE. Rógvi Jacobsen kom á vøllin fyri heimaliðið beinanvegin eftir steðgin. Harvið fekk hann meiri spælitíð, enn hann leingi hevur fingið.
Úrslitið var 1-1, eftir at heimaliðið var komið á odda átta minuttir eftir steðgin. Horsens plagar at vera partur av málleysum javnleikum, so hesa ferð var talan um rættuligt málrok! Horsens spældi síðsta tíman við einum manni færri enn heimaliðið. Ein av Horsens spælarunum varð rikin av vøllinum í 34. minutti, tá ið hann fyri aðru ferð sá gult og harvið reytt.
Horsens er framvegis omanfyri niðurflytingarstrikuna. Saman við SønderjyskE undir strikuni er AGF. Teir hava ikki fingið fulla úrtøku í tveir mánaðir. Hesa ferð høvdu teir vitjan av FCN, sum fór aftur til Farum við 3-1 sigri. Stóri maðurin var Mads Juncker, sum skorað øll trý málini fyri Norðursjælland og í seytjan teimum fystu umførunum hevur skorað fjúrtan mál og er toppskjútti.
Viborg datt sunnudagin úr barróna songini, sum teir alt heyst hava verið í. Teir vóru í seks stiga dysti í Odense, og heimaliðið vann 3-0. Harvið tók OB seg upp á fjórða plássið - átta stig aftanfyri Viborg og eitt stig frammanfyri FCN.
Eisini í Herning vendi tað upp, sum plagar at venda niður. Silkeborg hevði undan vitjanini hjá FCM ikki vunnið á útivølli í hesum kappingarárinum, og hóast tað ikki í heyst hevur hilnast soleiðis á SAS arenuni hjá FCM, sum tað gjørdi ta fyrstu tíðina, eftir at nýggja stadion var vorðið veruleiki, so vóru teir favorittar móti Silkeborg.
Heimaliðið hevði mesta spælið og størstu møguleikarnar, men tað var Silkeborg, sum vann 2-0. Málini skoraðu teir síðsta korterið. Tapið bar við sær, at FCM nú er fjórði aftast, og hóast leiðslan í FCM ikki vil vera við tað, so er einki at ivast í, at spurningurin nú av álvara er farin at spøkja, um teir skulu skifta venjara.
Átjanda umfarið verður á skránni um tvær vikur. Frívikuskiftið kemst av, at tað næstu vikuna fer at verða spælt um síðstu plássini í HM endaspælinum í Týsklandi næsta summar. Danmark er ikki partur av hesum dystunum, men tað vistu teir sjálvandi ikki, tá ið landskappingin varð løgd til rættis.
Í átjanda umfarinum sær skráin soleiðis út: Brøndby-Viborg, Silkeborg-Esbjerg, FCN-AaB, Horsens-FCM, SønderjyskE-OB og FCK-AGF.