Av MRCC verður sagt, at leitingin í gjár seinnapartin og út á kvøldið eftir løgnaljósinum, sum ferðafólk á Smyrli sóu, einki úrslit gav. Tað var klokkan gott tvey, at ferðafólk umborð á Smyrli, sum var á veg til Suðuroyar, sóu eitt løgið grønt ljós. Hetta varð boðað frá til yvirmenninar á skipinum, sum beinanvegin fór at leita.
Smyril lá í økinum eystan fyri Stóru Dímun í einar tríggjar tímar, til bjargingarbáturin LÍV kom á staðið og seinni eisini Brimil.
Tyrlan hjá Atlantsflog, sum var í rutuflúgving, fór beinleiðis á staðið at leita. Hetta var gjørt fyri at gera sær dælt av dagsljósinum, og eingir bjargarar vóru við.
Tyrlan leitaði so leingi, sum teir høvdu brennievni, mensóu einki til nakran farveg eftir upprunanum til løgna grøna ljósið.
Heldur ikki LÍV ella Brimil, sum leitaði til klokkan 21 á kvøldi, sóu nakað til hvørki skip ella bát á leiðini.
Av MRCC verður sagt, at teir hava einki boð upp á, hvat fyri ljós talan hevur verið um.
Tað vóru tveir persónar, sum sóu ljósið. Tað fór líkasum yvir skipinum og var eystan fyri Smyril út frá landi. Annar persónurin er navigatørur, so tað er lítið sannlíkt, at hann kann hava kent eina stýriborðs lanternu skeivt, sigur vakthavandi á MRCC.
Eingin hevur boðað frá at nakar er saknaður, men sagt verður, at slík ljósfyribrigdi koma fyri viðhvørt uttan at nøkur frágreiðing fæst um hendingina.