? Eg eri so ofta lumpaður av føroysku veðurtíðindunum, at eg brúki tey næstan ikki meiri
Eisini Chris Jan Michelsen, útróðrarmaður og formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, er ónøgdur við veðurtænastu, sum føroyskir útróðrarmenn og fiskimenn fáa.
Í Sosialinum týsdagin fanst skiparin á Sancy harðliga at veðurtænastuni, tí forsagnirnar eru so óálítandi, at hann segði bart út, at tað var onki skil í.
Ikki minni enn tvær ferðir uppá eina viku, var Sancy komin illa fyri, tí veðurforsøgnin passaði so illa at tað bleiv tvær ferðir so nógvur vindur, sum hann boðaði frá.
Og hann var púra sannførdur um, at hendi ikki ein bati, fór tað fyrr ella seinni at enda við eini ræðuligari vanlukku, tí hetta var púra vanligur kostur undir Føroyum.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna er samdur í, at veðurtíðindini eru ikki nóg neyv. Sjálvur er hann langt síðani hildin uppat at lurta eftir veðurtíðindunum frá Dansk Meteorologisk Institutt, DMI, sum eru tey almennu veðurtíðindi vit fáa.
Og hann veit, at tað eru heilt nógvur útróðrarmenn, sum eisini eru givnir at lurta eftir føroysku veðurtíðindunum. Sjálvur brúkar hann mest íslendsku veðurtænastuna, sum er á internetinum, og hon vísir seg at passa nógv betri, sigur hann
Hann sigur, at allir útróðrarmenn, sum bara duga at grulva á internetinum, brúka eisini tað íslendsku tænastuna. Og nógvir av teimum, sum ikki hava internet, ringja til mín at vita, hvat íslendingurin sigur.
Íslendska veðurtænastan sæst á www.euroseek.net
? Størsta frávirkið, eg minnist hjá íslendsku veðurtænastuni, er, at teir hava skotið tveir tímar skeivt, tá ið teir hava boðað frá veksandi ella minkandi vindi.
Chris jan Michelsen sigur, at ein útróðrarmaður í Hvannasundi gjørdi nakað síðani eina roynd í 10 dagar.
? Í sjey av teimum 10 døgunum hevði hann ikki farið út at rógva eftir veðurtíðindunum í Føroyum.
Men hann brúkti íslendingin og tí fór hann avstað.
? Tvs at hevði hann sett álitið á føroysku veðurtíðindini, hevði hann mist sjey útróðrardagar av teimum 10 døgunum.
Hann veit eisini eitt annað dømi um ein útróðrarmann, sum ringdi á sjálvvirkandi veðurtíðindini á veðurstøðina í Havn og fekk at vita, at tað skuldi verða næstan stilli og sól.
? Men hann kom ikki longur enn oman til bátin, so vendi hann við aftur, tí hann sá, at tað ruggaði ikki rætt.
? Tá ið hann so ringdi einaferð afturat á veðurstøðina, varnaðist hann, at veðurtíðindini á telefonsvararanum vóru gomul fyri ein heilt annan dag, langt frammanundan
Og formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at tað er ikki av ongum, at so nógvir útróðrarmenn brúka íslendingin.
??Tú kanst lata teg lumpa nakrar ferðir. Men tú letur teg ikki lumpa meiri enn eitt vist. Og tað er hetta, sum ger seg galdandi við DMI, sigur Chris Jan Michelsen.
Hann hevur lagt merki til, at yvir eitt tíðarskeið uppá eitt samdøgur, eru veðurforsagnin úr Íslandi nógv meiri fjølbroytt, enn hon er frá DMI. Hinvegn heldur hann, at DMI tekur bara topparnar og botnarnar við.
? Og tað ger, at viðhvørt er er DMI so óálítandi, at tað er skjótt at koma í óføri.
Og hann heldur, at tað er rættiliga álvarsamt, at veðurtíðindini ikki eru meiri álítandi, tí forsagnir um veðrið er eitt tað allarmest avgerandi hjá okkum, sum eru fiskivinnutjóð burturav
Hann sigur, at hendir tað, at íslendska veðurtænastan og DMI eru ?ósamd? um veðrið, grundar hann altíð sínar avgerðir á tað, um íslendingurin sigur.