Tórshavnar Kommuna má ikki fáa gamla studentaskúlan í Hoydølum. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi. Annars hevur verið arbeitt við eini ætlan, har Landsstýrið fær partin hjá Tórshavnar Kommunu av Venjingarskúlanum við tí endamáli at samla alt virksemi hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum og økinum rundan um har. Afturfyri skal Tórshavnar Kommuna fáa gamla studentaskúlan í Hoydølum at brúka til almannagaglig endamál.
Løgtingið hevur júst samtykt at ogna sær partin hjá kommununi av Venjingarskúlanum og lata Tórshavnar Kommunu fáa gamla studentaskúlan í Hoydølum aftur fyri. Men tað heldur Páll á Reynatúgvu, er eitt vánaligt hugskot. Hann tekur fult undir við, at Fróðskaparsetrið verður samlað sum ein samanhangandi eind á Frælsinum. Men hann heldur at tað er óheppið at »gíslataka Hoydalar« í hesum sambandi, sum hann málber seg.
Tvørturímóti heldur hann, at landskassin skal keypa venjingarskúlan frá kommununi, uttan at lata gamla studentaskúlan í Hoydølum afturfyri. Fyri tað fyrsta heldur hann, at tað óheppið at hava tveir eigarar í Hoydølum, tí hetta verður uttan iva til ampa fyri báðar partar, og fyri økið sjálvt. Hann sipar til, at landsstýrið fer framvegis at eiga hinar bygningarnar í Hoydølum.
Afturat tí hava Hoydalar sína serligu søgu og støðu. Fyrst sum sanatorium við øllum teimum lagnum, sum vóru knýttar at tí, og síðani sum karmurin um tað ljósa ungdómslívið við andligum íblástri, og góðum vinaløgum, frá studentatíðini. Men hann sigur, at fremsta orsøkin til at hann er ímóti at lata Tórshavnar Býráð fáa gamla studentaskúlan í Hoydølum er helst tann mátin, sum Tórshavnar Býráð fer við teirri føgru náttúruni í Havn upp á. Hann sigur, at tað tykist, sum um tað eru fagurfrøðiligir vandalar, sum hava ræðið í Tórshavnar Býráði. Páll á Reynatúgvu sigur, at tað tykist sum at alt, sum eitur býarplanlegging, hevur fingið ógvuslig skot fyri bógvin seinnu árini, og hvør náttúrublettur verður tyrvdur undir asfalt og betong.
– Ein høvuðstaður eigur eisini at geva sínum borgarum møguleikan at hugsavna seg í náttúruni. Samanumtikið eru Hoydalar ein heilt serlig náttúruperla, sum landið eigur at varðveita sum landsogn, og møguliga at menna til almannagagnlig endamál, sum ikki skaða serliga umhvørvið í sínum fagurleika, sigur Páll á Reynatúgvu.
Uppskotið hjá Pálli á Reynatúgvu fall, tí tað var bara tingmanningin hjá Tjóðveldi, sum atkvøddi fyri og Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og løgtingsformaður, atkvøddi blankt.