Næstsíðstu nátt og meginpartin av degnum í gjár var veðrið ringt. Avlýsingar vóru hjá Bygdaleiðum tað mesta av degnum, og avlýsingar vóru hjá strandfaraskipum. Veðrið var av tí ringasta, og stormskaðar vóru kring um landið.
Í dag eru aftur vindávaringar, og roknast kann við regni, vátaslettingi ella heglingi, og vandi er fyri, at toran fer at ganga. Tað er eisini vorðið kaldari, og hitin í dag fer at liggja millum eitt og fimm stig.
Hin 15. september í ár gekk toran ógvusliga, og tað var serliga á Viðareiði, at hon gjørdi feigdina um seg og oyðilegði el-innleggingar og húsarhaldstól í eini tjúgu húsum í bygdini.
Føroyar vera vanliga ikki so hart raktar av toruni, at snarljós slær niður og ger skaða á fólk og fæ. Men, nógvar hendingar eru úti í heimi um, at toran hevur sligið niður og hevur gjørt skaða á fólk.
So seint sum í mai mánaði í ár fingu fleiri børn skaða, tá toran sló niður í eina park í París, har børn spældu. Tá vórðu ellivu børn løstaði, harav seks fingu álvarsligar løstir.
Tað veit blaðið Le Figaro at siga.
Um somu tíð, sum toran sló niður í París, gjørdi hon eisini álvarsligan skaða í Týsklandi, har hon sló niður í ein fótbóltsvøll, meðan ein ungdómsdystur varð leiktur í býnum, Hoppstädten.
Her vórðu ikki færri enn 35 fólk flutt á sjúkrahús.
Tað er tí ikki rætt, um fólk halda, at toran bara kann gera seg inn á el-innleggingar og el-tól. Nógv dømir eru um, at toran, tá hon slær niður, saktans kann gera seg inn á fólk og fæ, tá ringast vil til.