Toran slerdi niður á Toftum

Havnarlagið liggur í streymloysi, og vitin á grótkastinum lýsir ikki

mynd: nes.fo

Tað hava verið øgiliga grovir ælingar, og fleiri ferðir seint seinnapartin og fyrr í kvøld gekk toran heilt illa.

 

Í kvøld skrivar Nes kommuna, at havnarlagið á Toftum orsakað av toruslátri liggur í streymloysi.

 

Nes kommuna skrivar soleiðis:

 

Havnalagið liggur í stóran mun í streymloysi í kvøld. Orsøkin er, at kl. 16.30 seinnapartin sló toran niður í eina elmastur við bygningin hjá Bakkafrost. Skaðin er rættiliga umfatandi og hevur ta avleiðing, at stórur partur av havnalagnum liggur í myrkri. Vitin á grótverjuni er eisin óvirkin. Arbeitt hevur verið við at fáa rættað brekið í kvøld. Arbeiðið heldur fram í morgin. Í løtuni ber ikki til at siga, nær ljósini og vitin verða virkin aftur, skrivari Nes kommuna í kvøld.

 

 

 

mynd: nes.fo