Foreldrini hjá Torbirni eru Trina og Kristian Osvald Viderø. Hon var ættað úr Hvalvík, og hann var úr Skálavík. Torbjørn eigur eina systir, sum eitur Margretha. Hon býr í Havnini.
Kristian Osvald, sum doyði 8. apríl í 1991, var prestur í Hvalvík, Havnini, á Viðareiði og í Hvalba. Tí minnist Torbjørn aftur á barna og ungdómsárini í eitt nú Ónagerði og í Leirum. Hann greiðir nágreiniliga frá hugnaligum og spennandi barndómsminnum, og í Hvalvík er hann ofta, tí har eigur hann jørð, bát og neyst.
Eftir realskúlan á Tvøroyri arbeiddi Torbjørn hjá mammubeiggjanum, Thomasi Ørv, sum hevði fleiri umboð. Eitt nú seldi hann Saab bilar, og Torbjørn hevur altíð hildið seg til tað merkið.
Í 1976 var Torbjørn í fyrsta HF flokkinum, sum leyk prógv í Hoydølum. Ungdómsárini var hann eitt nú upptikin av tónleiki. Hann spældi við í Kræklingum, har hann var guitaristur og sangari, og tað vóru hann og orkesturfelagarnir, sum gjørdu Svartaravn kendan. Eisini var og er Torbjørn sera áhugaður í fótbólti. Hann spældi við Royn, og studentaárini hugnaði hann sær saman við øðrum føroyingum á grønu vallunum í Danmark.
Torbjørn gekk á støðisútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum, áðrenn hann fór til Odense at lesa til lækna. Miðskeiðis í áttati árunum leyk hann prógv, og so fór hann at útbúgva seg til skurðlækna. Hann var nógv í Svøríki, har hann arbeiddi í Karlshamn og Eskilstuna, og áðrenn hann flutti til Føroya, arbeiddi hann á Slagelse Central Sygehus. Síðani í 1996 hevur Torbjørn verið á Landssjúkrahúsinum, har hann serliga hevur tikið sær av skurðviðgerðum í maganum og tarmunum.
Torbjørn eigur ikki part í at vera sjálvhátíðarligur. Hann er sera umgeingiligur og positivur, og hann spjaðir hugna og álit um seg - bæði í arbeiðnum og aðra staðni.
Torbjørn er innløgumaður. Honum dámar væl at skjóta fugl, at vera í grind og á floti, at velta epli og fáast við seyð. Hann er fastur fjalmaður hjá svágrinum inni á Regni á Toftum, og hann er góður flettari.
Torbjørn er giftur við Dagmar, sum er læknaskrivari, og sum er ættað innan av Regni á Toftum. Tey búgva á Norðasta horni, og tey eiga tveir synir - Kristian og Tummas Eli. Torbjørn eigur eisini dóttrina Katrin.