Tórbjørn heilsar Eyðuni á 70 ára degnum

Litsnillingurin av Reyni var yvirskriftin hjá Tórbjørn Jacobsen, tá ið hann bar røðu fram, nú framsýning læt upp í gamla Seglhúsinum í Klaksvík í sambandi við, at Eyðun av Reyni í dag er 70 ár

Táið gitna týska andsmennið Goethe, sum m.a. skrivaði Faust og Zur Farbenlehre, segði Jóhonnu Schopenhauer, at sonur hennara, eftir hansara varhuga, var settur í verðina til at fremja stórverk, svaraði hon hvatliga, at tað ongantíð áður var komið fyri oyruni á henni, at tað rúmaðist meiri enn eitt flogvit í einari og somu familju.

 

 

 

Arthur Schopenhauer var sonur Jóhonnu, hann livdi í 18. og 19. øld, og verður framvegis mettur millum teir stóru klassisku heimspekingarnar. Ein dagin gekk hann í urtagarði sínum og hugsaði innsnúgvin, burturi í øðrum heimi - hann var tá vorðin nakað eldri - nú rennur ein urtagarðsmaður seg brádliga i heimskenda filosoffin og spyr: “Hvør eru tygum?” Seigliga svaraði Schopenhauer: “Ja, hvør eri eg í grundini, høvdu tygum kunnað sagt mær tað, hevði eg verið tygum ómetaliga takksamur.”

 

 

 

Onkur spyr helst, hvør er hasin, sum nú tosar? Undir øllum umstøðum hevur hann onki bakstøði yvirhøvur fyri at seta eina málningaframsýning. Skúlaleiðin hjá navigatørum gevur ikki hugflognum ein kjans, bara neyv rokning um knattstøður og kjølfestu, sjólógin, motorlæra, ísakøld fakta. Tað er tað. Kanska fáu løturnar, tá astronomiska navigatiónin varð sett undir lupp, fingu hugan at sveima eitt vet, um hvat annað kundi vera í lofthavinum, umframt tey likam, sum kundu takast niður við sekstantinum? Nú er hon eisini foykt av talvuni. Tólmenni beindu fyri henni. Sic transit gloria mundi.Harvið finst valla ein størri amatørur á økinum enn júst eg, men harfyri er tað eisini njóting hjá mær at síggja verk hjá fólki, sum eiga evnini í sær at siga eina søgu í litum.

 

 

 

Kortini royndi eg eina løtu at vera mentamálaráðharri tjóðarinnar. Fyrst í hesari øldini. Tá eydnaðist mær at koma so nær einari legendu sum til ber. Avgerð var tikin um, at Ingálvur av Reyni skuldi fáa Mentanarvirðisløn Landsins fyri árið 2000. Yvir máltráðin varð hann spurdur, um eg kundi hitta hann í atelieri hansara, segði honum kortini onki um, hvørji ørindini vóru. Seinri hittust vit eisini í Norðurlandahúsinum. Bárður Jákupsson tók sær av tí listarliga partinum og segði m.a.: “Listin er ikki orðog tað gátuføra í málninginum er líka gátuført fyri listamannin, sum tað er fyri áskoðaran.” Dupultkvartettin í Ebenezer sang, og landsstýrismaðurin flutti fram røðu. Ein av avísunum, Sosialurin, hevði eftir handanina fingið fatur í endanum:

 

 

 

“Tað kennist sum at sita við Gamaliels føtur. Hin stóri listamálarin av Ingutrøð er í totalari balansu, eisini tá ið landsstýrismaðurin sigur honum, at hann er ikki ørindaleysur hetta heystarkvøldið. Fyri føroysku tjóðina og fólkið hevur hann valt at fylgja professionellu tilráðingini um at lata Ingálvi mentanarvirðisløn landsins fyri hetta árið.

 

 

 

Valdi at bera tygum boðini á hendan hátt, fyri at tygum ikki skuldi gerast skelkaður av boðunum, komu tey óvart á, gjøgnum fjølmiðlarnar. Tað gongur ein lítil løta. Maðurin, sum er komin til kempualdur, heldur um høvdið. Og so letur í honum: "Eg eri skelkaður, og helst eri eg ikki verdur nakra viðurkenning." Fantastiskt at tosa við ein so lítillátnan mann, sum hevur lagt allan sín mátt í sín egna áhuga, í áhaldandi menning forfylgdi hann dreymunum, kosta hvat tað kosta vildi. Eftir at hava prátað eina góða løtu, um leyst og fast, letur knappliga úr honum: "Kanska skuldi eg heldur havt valt sangin sum yrkisleið, í sínari tíð, men nú gerst so einki við tað, tað er so lítið eftiri av røddini.”

 

 

 

Løturnar í myndastovu hansara og í norðurlendska kastalinum standa meitlaðar í hugminni mínum. Neyvan er nakar ósamdur í tí, at ongin listamálari hevur flutt føroyska málningalist so stórliga sum Ingálvur, og eftirtíðin fer helst at minnast flogvitið sum liggjandi í broddi fylkingar, tá um málningalist ræður. Mikines flutti okkum inn í nýggja heimin, men tað var Ingálvur sum flutti stikini inn í eina modernaða tíð - og listina upp á altjóða støði - og har verður hann standandi sum tann stóri og bjart lýsandi vitin. Hann hevur flutt seg frá at vera jarðiskt menniskja til at vera eitt hugtak. Ein legenda, - og eina slíka skalar ongin.

 

 

 

Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at eina tíð eftir at Ingálvur var farin um jarðisku sýnuna, ringdi kona hansara Elsa og spurdi, um hon kundi geva flokkinum eg hevði umboðað í landsstýrinum eina originaltekning av fyrrverandi formanni floksins - Erlendi Patursson. Tað var ikki at siga. Hon hevur nú heiðurspláss á Gamla Apoteki, og mín kensla var, at hetta var ein lítillátin tøkk fyri heilsanina maður hennara fekk nøkur ár frammanundan. Flokkurin hevði kortini onki við tað málið at gera, ultimativa virðislønin var gáva og viðurkenning frá tjóðini allari – Føroya fólki.

 

 

 

Gávur kunnu arvast. Berast úr ílegu og sosialum arvi. Hetta sæst aftur í næsta ættarliðnum. Kára kendi eg væl, hann var vinmaður eitt systkinabarn mítt og tíðum gestur á Tinghúsvegnum, har mostir mín búði. Hann var góður sangari. Árni er ein av berandi súlunum í Dupultkvartettini, og Ingi hevði eisini eina serstakliga góða rødd, minnist hann frá onkrum orkestri í Havnini, og hann syngur eisini á ”Nei til EEC” plátuni, sum kom út, tá stríðið stóð harðast, um tjóðin skuldi geva seg upp til stóra europeiska felagsskapin ella ikki. Kampurin var harður – og vit vunnu tíbetur suverenitetin yvir tí sindrinum, sum vit kortini høvdu suverenitetin yvir – fiskimarkinum. Tjóðarinnar spísikamari. Alternativið hevði verið ein vanlukka.

 

 

 

Í Sálmunum lesa vit, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” Eyðun fer um sjúti ára hvarvið í dag, og í mun til bíbilsku áminningina, er hann lættur á fótum og menningin er støðug á feltinum, hann umsíðir valdi sær sum meginslóð í gerandislívinum.

 

 

 

Dagliga tykist tað ikki soleiðis, men ein stórur partur av mannakroppinum er vatn. 95% av blóði okkara er vatn. Tá vit harumframt eru í tí serstøðu, at vit ikki fáa farið undan rekkjuváðini uttan at síggja sjógv, er tað sjálvsagt, at tað ávirkar sálarstreingirnar í stóran mun. Ikki minst hjá einum, sum í vøggugávu fekk evnini at transformera sálarligu vibratiónirnar umvegis litir á línklæði. Hevur viðkomandi so, sum so mangir av okkara landsmonnum, á frívaktunum ligið í einari koyggju, 8 millimetrar frá tí váta elementinum, líkamikið hvussu tað annars leikar í, gerst ávirkanin ta størri. Eyðun hevur roynt tað lívið, hann var til skips í nøkur ár seinrapartin av sekstiárunum, m.a. við Levi við “Kletti” og við “Vónini”, har Harry á Lakjuni sat við stýrisvølin. Dávamaðurin Levi er myndamaður í orðum. Gloymi ongantíð jarðarferðartaluna hann hevði yvir Billu Jógvani í Betesda, tá hann samanbar lív mansins við ketuna, sum stóð út frá kabulárhjólinum. Úr vøgguni hjá hvørjum einstøkum okkara verður vundið og hespað uppá kabulárin, haðartil ketan stendur beint upp og niður, og tá er bara eftir at fáa hana innanborðaða. Vit eru bara løgasteinar millum ættarlið. Næsta ættarliðið tekur stafettina.

 

 

 

Handverkari er hann eisini – Eyðun - lærdi til bilsmið hjá Sigirdi. Í svimjihylinum og svimjihøllini í Gundadali var Eyðun aftur í vatnsegmentinum. Í mong ár saman við sera góða og nú sálaða vinmanni hansara, hinum altíð mikið hugfarsliga Hera Lava Olsen, sum hevði heilt serstakar gávur at samskifta við fólk, eisini tey sum hann ikki kendi frammanundan. Tað kom okkum bygdafólkum til góðar, sum máttu tann langa vegin til Havnar at svimja, og sigast skal, at fáar hallir í heiminum hava verið meiri umhyggiliga røktar, enn tá hesir fýrarnir stjórnaðu og høvdu umsjónina við henni. Tey fyrstu árini í Gundadali hevur hann helst hjálpt Hera í summarløtunum, tá hann var heima staddur, tí longu 20-21 ára gamal, fyrst í sjeytiárunum, fer hann av landinum og tekur upp teknaralæru á Askou-Jensen skúlanum á Glyptotekinum í Keypmannahavn. Nú man hann hava tikið eina eksistentiella avgerð um, hvør lívsleiðin skal vera, tí beint haðani fer hann á Kongliga Listaháskúlan í sama býi, og dastið av sjeytiárunum er hann meiri og minni í donsku høvuðsborgini. Wilhelm Freddie var professari hansara, og hóast sagdur vera fyrrverandi surrealistiskur ófriðarkroppur, var hann nøgdur við at lata studentarnar fylgja egnum ætlanum fyri síðan at hyggja framvið einar tvær ferðir um vikuna til tess at meta um avrikini.

 

 

 

Í framúr góðu bókini um abban, Rasmus á Háskúlanum, endurgevur Guðrun Gaard eina røðu, sum versonur Rasmusar, Oskar Hermansen, hevur hildið við okkurt høvi. Rasmus var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Norðoya valdømi árini 1914 til 1928. Hann loysti vinmannin og svágin Símun av Skarði av, sum hevði sitið árini frammanundan frá 1906 til 1914. Rasmus var starblindur í ellini, tí mátti lesast upp fyri honum. Í 1957 kom út bókin “Ferð mín til Jorsala”. Høvundur var Kristian Osvald Viderø. Prestur. Rasmus ynskti, at Oskar las alla bókina upp fyri honum, gamli háskúlamaðurin dámdi hana, og ofta mátti rógvast afturá aftur, serliga fyri at njóta sjáldsama og sjálvskapta málið hjá skálvíkinginum. Sum so mangur annar føroyskur ungdómur tá í tíðini, varð Viderø kveiktur á Føroya Fólkaháskúla. Tá Oskar var liðugur at lesa bókina upp, segði hin gamla kempan úr Miðvági: “Ja, tað var nakað serstakt við honum, Kristian Osvaldi, hann var stillur næmingur og fylgdi væl við, - var kanska í so nógv í øðrum heimi.”

 

 

 

Kom at hugsa um Eyðun tá eg las hetta. Viderø var innsnúgvin sum menniskja og kortini útsnúgvin. Heimsfjarur í gerandisdegnum, men produktiónin úr huga- og vitanarsvaði hansara - sum rithøvundur - er metstór, og dygdin sum oftast í serflokki.

 

 

 

Alment hevur hann ikki sungið so nógv sum pápin og brøðurnir, men mær er sagt, at hann hevur eina framúr góða rødd. Hann er íðin veiðimaður við tráðuni. Hann er góður svimjari, og í B36-felagnum var hann ikki sørur heldur - í Gundadali og á leikvøllum kring um landið. Talentið var har. Hann er føddur og uppvaksin í B36-zonuni í Havn. Ingutrøð var partur av henni. Zonan mundi tá ganga nakað væl niðan á Tinghúsvegin – áraka Telegrafstøðina – ella har á leið – og longur niðan brekkuna tók Havnar Bóltfelag yvir, og har, á sjálvum  hermótinum, millum høvuðsstaðarfeløgini, eigi eg nógvar góðar og hugfarsligar løtur hjá mostir mínari og gamla útvarpsstjóranum.

 

 

 

Eyðun leikti 32 dystir á besta liðnum hjá B36. Liðið lá ikki í oddinum tey árini, men tvær ferðir vunnu teir kortini á KÍ. 3-1 hin 22. apríl 1979 og aftur 3. mai 1981, tá teir vunnu 3-0 á KÍ við klaksvíkinginum Jógvani Norðbúð sum venjara. Báðir dystirnir vórðu leiktir á Eiðinum, ella í Djúpumýru, sum teir nú rópa vøllin.

 

 

 

Nú er Eyðun aftur í Klaksvík.

 

 

 

Listarligt upplivilsi er hvørki at eygleiða ella at vera hugtikin – tað er at liva seg inn í listaverkið. Eftir tað kann upplivilsi gerast so ódligt í litum og ljósi, at tað kennist sum hin rami gandur.

 

 

 

Skoðar tú nóg leingi stóra málningin “Trolaradekk”, hjá Ingálvi, so gerst tú so við og við ein partur av universinum, serliga tey, sum hava staðið á skipsdekki, fáa eitt lív saman við málninginum. Tað er tað áhugaverda við abstraktu listini, leitanin í málninginum - og eftir tær sjálvum í honum - gerst eitt serstakliga áhugavert eksperimentarium. The never ending tour. Ein ferð sum ongantíð endar.

 

 

 

Fyri nøkrum árum síðan hevði Eyðun eina listaframsýning í Glyvra kirkju. Gjørdist so hugtikin av tí eina málninginum, Brim – málaður í 2011, at eg keypti hann. Aðalsteinn Ingólfsson sigur um Eyðun, at hann á leiðini varnaðist, at hann hevði óvanlig evni fyri ekspressivum litum, og nú er hann millum bestu koloristarnar í sínum ættarliði. Tað, ið ger samskipan Eyðuns av litum øðrvísi enn ta hjá faðirinum ella t.d. Torbjørn Olsen, bara fyri at nevna tveir dugnaligar føroyskar koloristar, er álvarsama sansingin í arbeiðslagnum. Og hann heldur fram: “Høvuðsinnihaldið er nærabstraktar hugmyndir av ódn og landslagi við grýtutum, ósigiligum formum, sum fána burtur inn í endaleysa rúmd, umframt klettar, sjógvur, tari, sum saman við luft, eldi og vatni, ófatiligastu elementum náttúrunnar, broytast til hvirluvindar úr reinastu orku, og sum føra okkum til ytstu mørkini av tí, vit vita um fysiska heimin. Tískil haldi eg tað vera rætt, at vit síggja fleiri av málningum Eyðuns út frá átrúnaðinum í royndunum at “fata ófatiligu náttúrumegina í olju á lørift, hana ið førir okkum nærri at størsta loyndarmáli andans.”

 

 

 

Eyðun hevur ferðast kring um í heiminum og leitað sær eftir íblástri og sýnt fram. Í París, Barcelona, Madrid, Berlin og New York, men táið hann aftur setir ein málning á myndafótin, sum Ingálvur upprunaliga gjørdi til Mikines, sum bara brúkti hann í nakrar fáar dagar, er hann aftur í sínum egna samleika. Mín brimmálningur er hongdur upp soleiðis á Langanesi, at eg síggi hann í stólinum, har eg vanliga siti, tá ein lagalig løta er. Hvat Eyðun hevur hugsað, tá hann málaði málningin, veit eg av góðum grundum ikki, men í mínum føri minnir hann meg alt meiri um uppvakstrarárini í Syðrugøtu, í Grógv, har vit so at siga búðu í briminum. Í universinum hjá mær og málninginum standi eg nú niðast í myndini, meðan uppgangurin kemur skolandi inn av víkini. Menniskjað, sum stútt og støðugt stendur á eggini, á eggjartrom, í mun til natúrligu kringumstøðurnar. Tað er okkara lutur. Tí ræður um at liva við natúruni og ikki øvut, annars kann lívstráðurin verða kvettur áðrenn guðgivna tíðarmálið er rokkið. Brimið hjá Eyðuni, áminningin um ørandi megina, hevur gjørt mær stóran mun.

 

 

 

Nú havi eg av góðum grundum nevnt pápa hansara nakrar ferðir, men ein spurningur, sum mong munnu seta sær, er, hvussu man ber seg at við at hava tveir pápar í einum og sama kroppi. Annar menniskja og pápi og hin hugtak, - sum ikki ryggjast. Zacharias Heinesen hevur verið í somu støðu, kanska lættgongdari kortini, tá William kanska var meiri heimsgitin sum høvundur enn sum listamálari. Tað skulu dirvi, sjálvsálit og viðfødd evnir til at ganga hendan stíggin og ilt er at sleppa undan samanberingum, tá rótin sjáldan fellur langt frá bulinum. So er manna hugsan.

 

 

 

Nú hevur Eyðun eini sjáldsom evni at flúgva undir radaranum. Onki hóvasták, innsnúgvin sum fáur, men tá pensilin hevur verið í málingablikkinum kemur eksplosiónin – har og bara har er hann útsnúgvin. Møtti hann einum urtagarðsmanni, sum spurdi hann hvør ið hann var, hevði hann helst smoygt sær undan svarinum. Men vit onnur kunnu staðfesta, at Eyðun av Reyni er ein vakur svanur í føroyska myndlistaheiminum, sum, hóast serliga dagin í dag, er í støðugari menning, og tá hann einaferð er farin inn hagar, sum hesumegin er størsta loyndarmál andans, fer hann at verða umrøddur sum ein av stóru myndlistamonnum tjóðarinnar, ið stóð tryggur og trúgvur við sín egna samleika og sína egnu list.

 

 

 

Ein annar kendur málari segði einaferð, at mamma hansara hevði sagt honum: “Velur tú at gerast hermaður, endar tú sum generalur. Gerst tú munkur, endar tú sum pávi.” “Ístaðin gjørdist eg myndlistamaður og endaði sum Picasso.”

 

 

 

Føðingardagsbarnið kundi verið sangari, bilmekanikari, veiðimaður, svimjari ella fótbóltsleikari, men hann gjørdist myndlistamaður og endaði sum Eyðun av Reyni.

 

 

 

Hjartaliga til lukku við føðingardegnum og takk fyri tað ríkidømi, tú úr egnari sál og viðkvæmum keldum hevur givið tjóð okkara. Mátti byrurin verði tær blíður í ókomnum døgum, vikum og árum, - nú bíbilska sjúti ára tíðarmálið heldur ikki, tilsýnilátandi, hevur fingið fastatøkur á tær, hvørki sum menniskja ella skapandi maður.