Tórbjørn Jacobsen verður nú borgarstjóri í Runavík

Samstundis fer hann í farloyvi úr starvinum sum havnarmeistari

Tórbjørn Jacobsen verður nú borgarstjóri í Runavík

 

Runavíkar Kommuna skrivar, at eitt samt býráð hevur avgjørt, at tað verður Tórbjørn Jacobsen, sum skal avloysa Magnus Rasmussen, borgarstjóra, sum leggur frá sær 1. januar 2016, nú hann er valdur inn á Føroya Løgting.

 

Tórbjørn Jacobsen varð fyrstu ferð valdur í Runavíkar býráð á valinum í 2012 og hevur hetta skeiðið verið varaborgarstjóri og formaður í Teknisku nevnd. 

 

Nú, Tórbjørn Jacobsen verður borgarstjóri, fer hann í farloyvi sum havnameistari við Runavíkar havn.

 

Eitt samt býráð hevur eisini gjørt av, at nýggjur varaborgarstjóri verður Helgi L. Petersen, sigur Runavíkar Kommuna.