Fríggjakvøldið vóru tað mong, ið sótu spent framman fyri sjónvarpsskíggjanum og hugdu eftir donsku sangkappingini X-Factor. Hesaferð var sendingin eisini serliga spennandi, tí hyggjararnir fingu at vita, hvørjir luttakarar verða at síggja komandi fríggjakvøld, tá tey sokallaðu live-showini fara av bakkastokki. Í sendingini bleiv avdúkað, at Kristel Lisberg, sum hevur verið rættiliga nógv at sæð á skíggjanum, ikki er við í komandi X-Factor sendingunum.
- Tað hevur verið hart, men nú eri eg glað fyri, at eg ikki kom víðari. Eg havi lært eina rúgvu og fór við fyri at kunna brúka tað sum eina lopfjøl til okkurt størri, sigur Kristel Lisberg. Íkki einans hyggjararnir sótu í spenningi og fylgdu við, hvørjir luttakarar komu víðari í kappingini. Hóast hon kendi útfallið, so var Kristel so mikið spent at síggja sendingina fríggjakvøldið, at hon kláraði ikki at hyggja, tá sendingin bleiv víst á DR1.
- Eg tordi simpilthen ikki at hyggja fyrr enn seint um kvøldið. Tá hugdi eg einsamøll eftir sendingini á netinum. Mann veit ongantíð, hvussu sendingin verður sett saman, og hvussu dramatiskt tey gera tað, so tí bíðaði eg við at hyggja, sigur Kristel Lisberg.
Í Sosialinum mánadagin fortelur Kristel millum annað, hví hon var so rørd í sendingini, hvussu hon hevur hildið alt um X-Factor dult, og hvat hon fer at takast við komandi tíðina.