Tað var óheppin og ikki serliga sannførandi byrjan á Tórsvølli, har Føroyar í løtuni spæla landsdyst ímóti Liktinstein.
Tá ið smáir 10 minuttir vóru farnir, var neyðugt hjá føroyingum at skifta málverja. Tórður Thomsen, sum hevur bíðað í sjey ár eftir at fáa møguleikan aftur millum stólparnar, varð skaddur í samanbresti við mótstøðumann. Tað vísti seg at vera so mikið álvarsligur skaði, at Tórður varð ikki førur fyri at halda fram, og so varð hann skiftur út, og Teitur Matras Gestsson avloysti í málinum.
Føroyska spælið var langt frá tí, sum tað var fríggjakvøldið ímóti Íslandi, og átta minuttir seinni lá bólturin í føroyska málinum. Max Göppel rann frá føroysku verjuni og eitt vet úr vinstru setti hann bóltin framvið Teiti M. Gestsson, ið kendi seg noyddan at fara eitt sindur út úr málinum.
Fýra minuttir seinni javnaðu Føroyar til 1-1. Klæmint A. Olsen stýrdi bóltin dygst inn við handara stólpa. Miðverjin Heini Vatnsdal rak fram eftir vøllinum, bólturin var spældur fram til Viljorm Davidsen, sum í kvøld er liðformaður, og so var Klæmint A. Olsen fyrstur á innlegginum.