Heimastýrið hevur heitt á privatu og almennu miðlarnar at seta arbeiðsbólk at koma við tilmæli um framtíðar miðlapolitikkin.
Tað er ikki bara í Føroyum, at miðlarnir hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman m.a í kjalarvørrinum á altjóða kreppuni. Í Grønlandi kenna miðlarnir eisini sviðan av ringu tíðunum umframt teimum broytingum, sum ma. hava verið í almenna stuðlinum. Frá at hava fingið portostuðul gjøgnum mong ár er hesin vorðin tikin burtur, soleiðis at blaðútberingin als ikki ber seg. Eisini er tað almenna farið at flyta almennu lýsingarnar frá grønlendsku bløðunum til danskar heimasíður. Alt hetta hevur havt við sær, at tey bæði grønlendsku bløðini Sermitsiaq og AG Grønlandsposten hava ligið sera tungt í sjónum og vórðu noydd til at fusionera fyri ári síðani. Bløðini koma framvegis út sum serstøk óheft bløð, men fleiri av blaðfunktiónunum so sum fyrisiting og útbering eru nú lagdar saman.
Bløðini hava gjørt vart við ringu støðuna yvirfyri heimastýrinum, sum hevur lovað at taka støðuna í álvara og hevur heitt á bløðini og eisini tað almenna kringvarpið um at seta ein arbeiðsbólk at koma við tilmælum um framtíðar yvirlivilis- og menningarmøguleikar. Almenna Gørnland metir nevniliga fjølmiðlarnar, bæði teir almennu og teir privatu at hava stóran mentanarligan týdning eitt nú fyri málið og fyri demokratiið.
Herfyri hevði arbeiðsbólkurin fund í Keypmannahavn, har serfrøðingar á miðlaøkinum greiddu frá nýggjastu gongdini innan miðlaheimin. Eisini varð Jan Müller, stjóri í Miðlahusinum biðin um at greiða frá føroysku miðlunum. Ætlanin er, at arbeiðsbólkurin skal koma við tilmæli til heimastýrið um framtíðar miðlamenningina í Grønlandi innan nýggjár.
Í morgunsendingini á Rás2 hósdagin millum klokkan 10 og 11 fer Jan Müller at tosa við blaðstjóran á Sermitsiaq, Poul Krarup, sum ma. greiðir frá, hvussu stóran týdning fjølmiðlarnir í Grønlandi hava fyri mál og mentan og ikki minst fyri demokratiið.