Torførari at koma á danska landsliðið

Í 2008 brúkti danski landsliðsvenjarin heilar 45 spælarar á danska fótbóltslandsliðnum. Tað ætlar Morten Olsen ikki at endurtaka í 2009, har alt avgerandi málið er, at Danmark vinnur seg í HM-endaspælið, sum verður í Suður-Afrika á sumri í 2010.

- Tað verða sjálvandi nakrir kandidatar, men skulu teir sleppa við á landsliðið, so mugu teir skyggja sum neonljós. Landsliðið spælir fáar dystir, og tað er ikki ráð til at gera mistøk. Ein kann ikki rætta uppá mistøkini, eins og ein ger tað á einum felagsliði. Sigur Morten Olsen við danska Tipsblaðið.

Morten Olsen leggur herðslu á, at spælarnir skulu kenna spæliháttin hjá danska landsliðnum, og tískil kemur tað ikki uppá tal at brúka líka nógvar spælarar, sum í 2008.

Landsliðið skal verða eitt bland millum rutineraðar spælarar, og so nakrar ungar spælarar, sum eru forvitnir, og sum hava entusiasmina. Men stamspælarnir skulu hava eitt ávíst støðið. Og koma ov nógvir nýggir spælarar inn á liðið kann tað ganga út yvir stabilitetin. Staðfestir Morten Olsen.

Morten Olsen dregur tó Morten Nordstrand fram sum eitt gott dømi um, at ein ungur spælari kann vinna sær fast pláss á A-landsliðnum.