Torførast at sleppa inn til lærara og sjúkrarøkt

Nú hevur Setrið sent svar út til sínar umsøkjarar.

Júst nú hevur Setrið sent umsøkjarunum játtandi ella noktandi svar um upptøku á útbúgvingarvalini. Tá ið umsóknarfreistin varð farin, vóru 353 umsóknir komnar inn, og av teimum eru 275, sum hava fingið sítt lestrarpláss.

 

Tær flestu umsóknirnar vórðu stílaðar bachelorútbúgvingunum, meðan 31 søktu inn á masterútbúgvingar og 14 á hjánám.

 

Tað eru serliga tey, ið hava søkt best umtóktu útbúgvingarnar, ið ikki hava fingið bjóðað lestrarpláss. Hesar eru serliga sjúkrarøktarfrøði, ið 30 umsøkjarar av 82 fingu játtandi svar til, lærari, ið 35 av 68 fingu játtandi svar til, meðan 35 av 40 umsøkjarum sluppu inn til námsfrøðiligu útbúgvingina á Setrinum.

 

- Tó er framvegis møguleiki, at summi fáa bjóðað lestrarpláss, um onkur ikki tekur av sínum tilboði innan freistina 1. august, sigur Elin Brimheim Heinesen, lestrarskrivstovuleiðari.

 

Í fjør vóru væl fleiri umsóknir til Setrið, tá ið ikki færri enn 563 fólk søktu um lestrarpláss og 409 fingu 409 tilboð um lestrarpláss.

 

- Tað kemst helst av tvinnum orsøkum. Onnur er tann, at vælumtóktar útbúgvingar frá í fjør ikki vóru bjóðaðar út. Hin er, at tíðirnar eru ógvuliga góðar júst nú, við nógvum arbeiðsplássum – og tá tykist tað vanligt, at fólk ikki søkja á universitetið, sigur Elin.