Torført at røkka teimum ungu

Hóast vit royna at kunna um fyrimunirnir við at vera í fakfelag, so er tað ikki lætt at røkka teimum ungu, sum arbeiða aftan á skúlatíð, sigur Pætur Niclasen, formaður í S&K felagnum

Kanningin hjá næmingunum í Venjingarskúlanum vísti, at bert ein fjórðingur av teimum ungu, sum arbeiða aftan á skúlatíð, eru limir í einum fakfelag.

Formaðurin í S&K felagnum, Pætur Niclasen, roknar við, at hetta svarar rættiliga væl til veruleikan.

- Tey ungi hugsa ikki um fakfeløg, eftirløn og trygging. Í øllum førum ikki fyrr enn tey koma í trupulleikar. Men tá er tað ov seint, sigur Pætur Niclasen. Umleið helvtin av limunum í S&K felagnum eru yngri enn 30 ár. Men fá eru ung undir 18 ár, sum arbeiða aftan á skúlatíð.

Í S&K felagnum ynskja tey, at tey ungu, sum arbeiða aftan á skúlatíð, verða organiserað.


Tvey sløg av arbeiðsgevarum

Sambært Pætur Niclasen eru tvey sløg av arbeiðsgevarum: Teir, sum melda starvsfólkini inn automatiskt, og so teir, sum ikki upplýsa tey ungu um, at tey kunnu gerast limir í einum fakfelag.

Hann er samdur við næmingunum, tá teir siga, at tað serliga er í smáum privatum fyritøkum, at tey ungu ikki kenna síni rættindi.

- Stóru arbeiðsplássini hava sum oftast skipað viðurskifti. Bæði tá tað snýr seg um limaskap í fakfelag, løn, lønarseðlar, arbeiðstíðir og trygd. So tað er oftast smáu fyritøkurnar, sum sleppa sær undan, sigur Pætur Niclasen.


Røkka ikki teimum ungu

Men tað er ikki lætt at finna fram til tey ungu, sum arbeiða aftan á skúlatíð. Spurdur, hvat tey hava gjørt fyri at kunna um felagið, greiðir hann frá, at tey hava ikki gjørt so nógv fyri júst hendan málbólkin. Men hann fegnast um, at ein bólkur nú hevur tikið evnið upp í skúlanum, og hann gleðir seg til at síggja úrslitið av kanning teirra.

Á onkrum arbeiðsplássum hevur felagið sett kunningarskriv upp í kaffistovunum, har tey fortelja um fyrimunirnir við at verða limur. Eisini gera tey kunningarferðir kring landið einaferð um árið. Men tá koma tey ungu ikki, tí tey hava ongan áhuga at koma á fund. Men ætlanin er eisini at framleiða ein bókling at leggja út á arbeiðsplássini.


Fleir fyrimunir

Men hvørjir fyrimunir eru við at tekna seg sum lim hjá tykkum? Spyrja vit Pætur Niclasen.

Og hann greiðir frá, at fyrst og fremst fáa tey skipað viðurskifti, og kunnu fáa hjálp, um eitthvørt ikki er í lagi á arbeiðsplássinum.

Harumframt hevur felagið eina avlamistrygging, sum fevnir um allar limir, eisini teir, sum arbeiða aftan á skúlatíð. Hon er galdandi alt samdøgri og letur 270.000 kr. í endurgjaldi til limir, sum av einar ella aðrar orsøk verða avlamnir. Eisini rindar hon eftirløn til viðkomandi.


Summir lumpa

Hetta við eftirløn er eitt, sum næmingarnir í Venjingarskúlanum tosaðu nógv um, tí ert tú ikki limur í einum fakfelag, skal arbeiðsgevarin heldur ikki rinda tær eftirløn.

- Arbeiðsgevarin sparir nógvan pening, um hann ikki rindar tey 10 prosentini í eftirløn til tann unga. Tí ivist eg ikki í, at summir gera sær dælt av, at tey ungu ikki kenna síni rættindi og ikki eru limir í fakfelag, sigur Pætur Niclasen. Í hesum sambandi vísir hann eisini á, at ongin kann nokta fólki at tekna seg sum lim í einum fakfelag, tí tað er ein grundlógartryggjaður rættur, sum øll eiga.


Krav upp á lønarseðil

Eitt annað, sum tey ungu ofta uppliva er, at tey fáa ongan lønarseðil. Tí fáa tey ikki fylgt við í, hvussu nógva løn tey fáa og fyri hvørjar tímar.

- Øll starvsfólk hava rætt til ein lønarseðil. Og hann skal ikki bara liggja inni á telduni. Vit hava fleiri ferðir sent skriv út til arbeiðsplássini, fyri at fáa tey at geva fólk lønarseðil. Eisini fyri teirra egnu skuld, tí tað fyribyrgir nógvar misskiljingar og illstøður, har tey ungu kunnu ivast í, um tey fáa røttu lønina, sigur Pætur Niclasen. Men tey ungu kunnu altíð krevja at fáa avrit av lønarseðlinum printaðan út.


Koma tá tað er ov seint

Í S&K felagnum uppliva tey ofta, at fólk, sum ikki eru limir, koma til teirra at fáa hjálp og at gerast limir, tá tey eru komin illa fyri. Men tað gongur ikki.

- Tey koma, tá tey eru blivin ósamd við arbeiðsgevaran. Til dømi í sambandi við løn, arbeiðstíðir ella annað. Men vit fara ikki at rinda dýran sakførara til teirra, tá tey hava ikki goldið limagjald til okkara. Tað hevði verið órættvíst móti teimum, sum longu eru limir, sigur Pætur Niclasen.


FAKTA:

Limagjaldið til S&K er tvey prosent av lønini, og í mesta lagi 350 kr. um mánaðin.

Limirnir í S&K arbeiða eitt nú í handlum, á skrivstovum og á klinikkum.