Fríggjadagin og leygardagin ? í dag - fer Vestmanna Kirkjukór at hava stórt tombola á Torginum í SMS. Millum mongu vinningarnar verða m.a. laksur, ræstur fiskur, kaffi, kips, sodavatn, bollar, køkur, 100 páskaregg og mangt annað.
Leygardagin kl. 13 fer kórið at hava eina meksikanska uppboðsølu á Torginum, har er ein ferðaseðil til Skotlands frá Atlantic Airways verður burturlutaður.
Meksikanska uppboðsølan gongur fyri seg soleiðis, at tey vitjandi í SMS leygardagin kunnu bjóða uppá ferðaseðilin. Hvørt boð kostar 20 krónur, sum verður latið uppboðshaldaranum. Bjóða uppá ferðina inntil ikki fleiri boð koma. Tann ið eigur síðsta boðið, vinnur skotlandsferðina við Atlantic Airways.
Vestmanna Kirkjukór er eitt sera virkið kór. Umframt at syngja, undirhalda tey eisini við sjónleiki. Kórið, sum telur 45 gentur og kvinnur, syngja til ymisk høvi, eitt nú til høgtíðir, so sum jól, til páskar, og eisini til tiltøk eftir áheitan. -Seinasta tiltakið kórið luttók í, var ísambandi við eitt hugnakvøld fyri bindiklubbar í Vestmanna. Har undirhelt kórið við sangi og undirhaldi. Tann 19. mars skulu tey aftur á pallin, hesaferð ísambandi við hugnaløtu hjá pensiónistunum í Vestmanna.
Endamálið við tiltakinum á Torginum í SMS er fyri at savna pening til ein túr til Álands í døgunum 1. til 14. juli í ár. Á Álandi skulu tey m.a.
syngja í Jomala kirkjuni, St.Gøran kirkjuni, og á Fugloynni, sum ljóðar ógvuliga føroykst. Á heimferðini gongur leiðin til Keypmannahavnar, har kórið m.a. syngur í Sámuelskirkjuni.
Eru tað vestmenningar, í bygd og í bý, sum vilja lata ein vinning til tiltakið, so kann ringast á telefon 221577, 424192 ella 424614.