Torir ikki at flúgva til Føroya

Paul Watson kemur til Føroya leygardagin. Men hann torir ikki at flúgva her til. – Eg flúgvi til Hetlands og síðani víðari við tyrlu umborð á Stewe Irwin

Paul Watson hevur ongantíð sett fót sín á føroyska jørð. Ivasamt er, um hann fer at gera tað á hesum sinni, nú hann kemur til Føroya leygardagin.
- Eg flúgvi til Hetlands og verði so flogin víðari umborð á Stewe Irwin, fortelur Paul Watson úr telefonini í Avstralia.
Paul Watson var fáorðaður, tá vit høvdu hann á máli, men hann ger greitt, at hann ikki óttast at koma henda vegin.
- Eg eri ikki bangin fyri at koma til Føroya. Eg havi hoyrt, at eg eri eftirlýstur, men eg dugi ikki at siga hví og fyri hvat, sigur hann. Eftir prátinum at døma er eyðsæð, at Kaptein Watson, sum tey kalla hann, ikki hevur lisið væl uppá.
Oddamaðurin í Sea Shepherd hevur nevniliga frítt at fara, tá hann kemur henda vegin, sum tað stendur at lesa aðrastaðni á hesum síðum.
- Men verði eg handtikin, so ger tað einki. So verður bara uppaftur meiri ljós varpa á Sea Shepherd, og í síðsta enda tænir tað okkara endamáli.

Røkka longri við Stewe Irwin
Tá Paul Watson, Stewe Irwin og Brigitte Bardot eru savnað í Føroyum, telur bátafylgið hjá Sea Shepherd kring oyggjar okkara tveir bátar. Sambært Paul Watson er tað ikki óneyðugt oysl at koma henda vegin við tveimum bátum.
- Við Stewe Irwin aftrat Brigitte Bardot røkka vit nógv longri. Okkara endamál á túrinum er at bjarga hvalum. Við tveimum bátum er lættari hjá okkum ferðast kring oyggjarnar, finna grind og fáa hana burtur aftur, greiðir Paul Watson frá.