Torkil aftur til Fraklands

Føroyski súkklarin skal súkkla ímóti kendum súkklarum beinleiðis á Eurosport.

Torkil Veyhe, sum súkklar við danska liðnum ColoQuick-CULT, skal í dg luttaka í stóru fronsku súkklukappingini Tro Bro Leon.


Kappingin er einans ein teinur, og flest øll tey stóru fronsku liðini luttaka við kendum súkklarum. Á startlistanum í morgin eru m.a. Arnaud Démare, Samuel Dumoulin og Sylvain Chavanel.


Hvørt lið hevur átta súkklarar við. Torkil Veyhe hevur ryggnummar sjey. Í fjør vann liðfelagin hjá Torkili, Martin Mortensen, kappingina. Tá súkklaði hann við ONE Pro Cycling.


Eisini aðrir kenningar hjá Torkili frá oyggjaleikunum eru við. Teir eru Tobyn Horton (Guernsey) og vinnarin á landavegnum 2011 og 2015, Mihkel Räim (Saaremaa).


Teinurin í dag er áleið 205 kilometrar, og endin verður vístur beinleiðis á Eurosport 2 frá kl.14.45.