Býarkoyringin í súkkling hevur í kvøld verið á skránni. Fimm súkklarar frá Føroyum vóru við í súkklini, Gunnar Dahl-Olsen, Bogi Kristiansen, Dávur Magnussen, Jóanis Albert Nielsen og Torkil Veyhe.
Av føroyingunum var Torkil Veyhe tann, ið endaði fremst. Torkil Veyhe kom á mál sum nummar fimm til býarkoyringina í súkkling.