Nýggj fløga við Torkil Mørkøre, gospelsangara úr Klaksvík, kemur á gøtuna í hesi vikuni.
Talan er um útgávu, har Torkil hevur gjørt sær stóran ómak við at fáa tónleik og sang at sita. Umframt at nakrir av fremstu tónleikarunum í Føroyum eru við á fløguni, eru upptøkur eisini gjørdar við virdum studiotónleikarum í USA.
- Eg havi í arbeiðnum við fløguni alla tíðina lagt dent á, at góðskan á útgávuni skal verða góð. Eg havi ikki hug at leggja ein fløgu eftir meg, sum eg ikki eri nøgdur við, sigur Torkil Mørkøre.
Nógv gjørt burtur úr
Nýggja fløgan kallast A Matter of Time, og á fløguni eru 10 sangir, sum Torkil Mørkøre hevur skrivað.
Umframt Torkil eru eisini tónleikarar sum Jan Zachariasen, Hans Poulsen, Gunnar Guttesen, Jákup Zachariasen og Regin Guttesen við á fløguni.
Torkil Mørkøre syngur á øllum sangunum, og afturat honum syngja eisini Laila Carlsen, Jónsvein Heinesen og Karl Johannesen. Nógv er gjørt burtur úr sangi og kórum.
Upptøkurnar eru gjørdar í Tennesee í USA og í JakZac Studio í Havn.
Upptøkur fórust
Arbeiðið við fløguni hjá Torkil Mørkøre byrjaði fyri fýra árum síðani. Ætlanin var, at fløgan skuldi koma út í fjør, men ikki fyrr enn nú er alt liðugt. Ein orsøk til tað er, at Torkil varð raktur av tekniskum trupulleikum.
- Tveir harddiskar við upptøkum, sum vóru gjørdar í Føroyum, fóru fyri skeyti, og vit máttu gera hesar upptøkur av nýggjum, sigur Torkil Mørkøre.
- Eg skuldi havt tikið eitt kopi av upptøkunum, men tað tykist, sum man hevur so stórt álit á teldunum - til tað gongur galið.
- Á fyrru upptøkunum var Niclas Johannesen nógv við, og tí vóru tær helst meira gittarmerktar enn seinnu upptøkurnar vórðu, heldur Torkil.
Andaligur boðskapur
Tónleikaliga bakgrundin hjá Torkil Mørkøre er at finna í samkomuni í Betesda í Klaksvík, og boðskapurin á nýggju fløguni er eisini greiður.
- Eg eri trúgvandi, og tí hevur andaligi boðskapurin alt at siga. Eg havi roynt at gjørt nógv við tekstirnar, so fólk fáa nakað burtur úr teimum, sigur Torkil Mørkøre.
- Eg vóni, at fólk kunnu lurtar eftir fløguni og fáa somu kensluna, sum tá tey lesa eina bók.
Fløgan hjá Torkil fæst nú kring alt landið.