Í dag klokkan tvey verður farið undir fimta umfar í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar, sum í hesum døgum er í Eysturskúlanum í Havn. Harvið er kappingin um at vera hálvrunnin, tí tað eru níggju umfør íalt.
Mest merkisverda avrikið higartil hevur Torkil Nielsen staðið fyri. Hann hevur vunnið tvey talv og tvær ferðir verið partur av remis. Úrtøkan ber við sær, at Torkil undan 5. umfari er á odda saman við favorittinum Helga Dam Ziska.
Í gjár vóru tvey umfør telvað. Í 3. umfari vann Torkil góðan sigur, tá ið hann við svørtum fekk fult ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Helgi Dam Ziska fekk eisini fult við svørtum. Hann vann á Finnbirni Vang.
Í 4. umfari endaði tað remis millum Torkil Nielsen og Rana Nolsøe, sum harvið vann sítt fyrsta hálva stig. Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen telvaðu eisini remis. Í seinna umfarinum í gjár endaðu trý av fimm talvum remis. Eftir vónbrotið ímóti Torkili fyrrapartin styrkti Carl Eli aftur um sína støðu, tá ið hann vann á Herlufi Hansen.
Ólavur Simonsen, sum fyrrapartin við hvítum hevði taðt ímóti Olafi Berg, vann seinnapartin á Martini Poulsen. Gjárdagurin royndist illa hjá Martini. Úrtøkan hjá honum var bara hálva stigið ímóti Herlufi Hansen.
Mynd: Helgi
Helgi Dam Ziska kom nakað seinkaður ígongd i FM-kappingini í talvi. Saman við veteraninum, Torkil Nielsen, er hann á odda í FM-kappingini
---
Úrslit í gjár
3. umfar
Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Torkil Nielsen 0-1
Herluf Hansen – Martin Poulsen ½-½
Ólavur Simonsen – Olaf Berg 0-1
Finnbjørn Vang – IM Helgi Dam Ziska 0-1
Hans Kristian Simonsen – Rani Nolsøe 1-0
4. umfar
Torkil Nielsen – Rani Nolsøe ½-½
IM Helgi Dam Ziska – Hans Kristian Simonsen ½-½
Olaf Berg – Finnbjørn Vang ½-½
Martin Poulsen – Ólavur Simonsen 0-1
Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Herluf Hansen 1-0
Støðan eftir 4 umfør
1-2 Nielsen Torkil 2058 Sandavágs Talvfelag 3
1-2 IM Ziska Helgi Dam 2400 Havnar Telvingarfelag 3
3-5 Samuelsen Carl Eli Nolsøe 2231 Vestmanna Talvfelag 2½
3-5 Simonsen Ólavur 2092 Klaksvíkar Talvfelag 2½
3-5 Simonsen Hans Kristian 2178 Kollafjarðar Talvfelag 2½
6 Berg Olaf 2183 Sandavágs Talvfelag 2
7-8 Vang Finnbjørn 2081 Klaksvíkar Talvfelag 1½
7-8 Poulsen Martin 2303 Havnar Telvingarfelag 1½
9 Hansen Herluf 2023 Havnar Telvingarelag 1
10 Nolsøe Rani 2036 Klaksvíkar Talvfelag ½
5. umfar í dag kl. 14
Herluf Hansen – Torkil Nielsen
Ólavur Simonsen – Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Finnbjørn Vang – Martin Poulsen
Hans Kristian Simonsen – Olaf Berg
Rani Nolsøe – IM Helgi Dam Ziska