Torkil Veyhe og teir úr Riwal Readynez lógu væl fyri í samlaðu kappingini í Tour de Yorkshire, tá ið teir undan fjórða og seinasta teininum í dag høvdu Alexander Kamp á einum deildum fyrstaplássi, og harnæst skuldu súkkla í einum landslagi, ið passar Alexander Kamp væl.
Riwal Readynez var eisini leingi væl við á teininum, men tað fækkaðist við hjálparum til Alexander Kamp, sum at enda sat einsamallur og ikki stóð seg í kappingini við stinnar menn frá Team INEOS (fyrr: Team Sky) og Greg van Avermaet frá CCC Team.
Tað endaði við, at Greg van Avermaet fór avstað við sigrinum á dagsins teini, og at Chris Lawless vann samlaða sigurin. Alexander Kamp datt úr topp trý, sum - hóast eitt samanumtikið framúr avrik í kappingini - var eitt stórt vónbrot fyri hann og Riwal Readynez.
Í Sosialinum í morgin verður samanumtøka av kappingini og samrøða við Torkil Veyhe.
Tour de Yorkshire - endalig støða
1. Chris Lawless (Team INEOS)
2. Greg van Avermaet (CCC Team) + 0:02
3. Eddie Dunbar (Team INEOS) + 0:11
4. Alexander Kamp (Riwal Readynez) + 0:15
5. James Shaw (SwiftCarbon) + 0:25
P { margin-bottom: 0.21cm; }