Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, hevur skift til Riwal-CeramicSpeed, sum eitt súkklulið, ið kappast á hægri stigi enn undanfarna liðið hjá honum, Team Waoo. Í besta føri, so er ein møguleiki fyri einum sokallaðum “Wild Card” til kappingar sum Tour de France.
- Eg eri nú fluttur upp til Pro kontinent stigi, so komandi ár kunnu vit fáa atgongd til allar tær stóru kappingarnar. Nú kunnu vit í prinsippinum fáa “wild card” til Tour de France, sigur Torkil Veyhe.
Hann er ein av fýra nýggjum súkklarum á Riwal-CeramicSpeed. Talan er um ein eitt ára sáttmála. Føroyski súkklarin verður lýstur sum “en brøl stærk rytter”, sum kann hjálpa liðnum væl. Í løtuni er ein møguleiki fyri, at Tour de France byrjar í Danmark, og tí verður alt sett inn upp á at sleppa við tá.
- Hetta er ein dreymur. Eg havi fingið møguleikan at liva av súkkling og sera glaður fyri, at Riwal hevur givið mær hendan møguleikan, og at kunna koyra tær stóru kappingarnar, sum eg sum yngri sat og hugdi eftir í sjónvarpinum, sigur Torkil Veyhe.