Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, fyrireikar seg í løtuni til størstu avbjóðingina á súkkluleiðini, nú hann næsta ár skal súkkla við danska Riwal-Readynez, sum er við í heimselituni og kann fáa wildcard til Tour de France.
Torkil, sum er 28 ára gamal, er tikin við á liðið eftir eitt gott ár hjá Team Virtu Cycling. Hann gleðir seg til risa avbjóðingina, men vil tó einans gera eitt ára sáttmála.
- Av tí at eg havi hendan aldurin og hesa útbúgvingina (sivilverkfrøðingur), so er tað kanska keðiligt at vera bundin meira enn eitt ár í senn. Sum gongdin er í løtuni, so stúri eg heldur ikki fyri at eg ikki fái nakran sáttmála næsta ár, sigur hann.
- Og um eg menni meg, sum eg geri í løtuni, so kann tað eisini avspeglast í einum møguligum nýggjum sáttmála, sigur hann víðari.
Drúgv samrøða við Torkil Veyhe er í Sosialinum í dag, har hann eitt nú greiðir frá einum rokaligum ári við Bjarna Riis, nýggju málini við Riwal-Readynez og sannlíkindunum fyri at súkkla ein Grand Tour so sum Tour de France.