Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur

- Hatta er heilt í lagi og fullkomiliga innan mark. Vit høvdu havt eitt ovurstórt demokratiskt problem, um ein slík mynd av landsins hægsta leiðara var mett at vera ærumeiðandi.

Faktiskt hevði ein revsing verið í stríð við evropeisku mannarættindakonventiónina og grundlógina. Skrivi- og talifrælsið gjøgnum argandi satiru av landsins kosnu er høgt í metum hjá dómstólunum í okkara demokratiska rættarsamfelag.