Torkil við enn einum góðum úrsliti

Torkil Veyhe fekk í gjár enn eitt flott úrslit í súkklukapping niðri og staðfestir seg sum ein av sterkastu súkklarunum í donsku kappingini. Torkil Veyhe koyrir í sterkasta bólkinum í Danmark, A-bólkinum.

 

Í gjár bleiv kappast í landavegsúkkling, og tað var Esbjerg, ið var karmur um kappingina.

 

Torkil Veyhe koyrir nú fyri liðið Team WeBike Århus, og liðið hevur veruliga sett dám á kappingina ígjár. Ongin ivi um tað. Meðan Torkil Veyhe gjørdist numamr tvey í kappingini í Esbjerg sunnudagin, vann liðfelagi hansara Niclas O. Pedersen kappingina.

 

Fyrsta plássið hjá Niclasi O. Pedersen var nokk so trygt, meðan Torkil Veyhe og Marius Therkildsen frá Team Giant Scatto kappaðust um annað plássið. Føroyingurin átti munin og vann við tveimum sekundum á dananum.

 

- Sunnudagin koyrdu vit i oysandi áarføri i Esbjerg, og aftur komu vit 10 mans avstað frá byrjan. Vit høvdu tríggjar mans við í útbrotinum. Tad gekk væl at halda feltið aftanfyri okkum, og tá tað restaðu 30 kilometrar opnaði finalan. Vit sótu væl plaseraðir, tí vit høvdu tríggjar mans og ryktu uppá skift, segði Torkil Veyhe eftir kappingina.

 

Tá teir nærkast málinum sluppu tríggir mans vekk frá 10 mans stóra feltinum, Torkil Veyhe, liðfelagin Niclas O. Pedersen og Marius Therkildsen.

- Móti endanum rykkir Nicklas O. Pedersen og megnar at koyra einsamallur á mál. Sjálvur klári eg at koyra frá hinum í spurtinum, segði Torkil Veyhe fegin eftir kappingina.

 

 

Leygardagin kappaðist Torkil Veyhe eisini. Tá gjørdist hann nummar 15.