Torleif Bech: Nátasjúkan var ein vanlukka fyri Porkeri

Porkeri var sum aðrar bygdir rakt av vanlukkum, sum kostaðu mannalív. Men nátasjúkan í 1937 var serlig, tí hon kostaði so nógvum kvinnum lívið

3. partur

Óli Jacobsen

Húsarhaldið hjá okkum var sum hjá so nógvum øðrum. Tað serliga var kanska, at vit høvdu so nógv til felags við tey hjá mostrini og pápa­beiggjanum Malenu og Zacharias. Vit høvdu eisini í felag tvey neyt og trý við hvørt, tá ið sett varð við.
Vit gingu sjálvsagt til neyta sum øll onnur. Vanliga gekk tað væl at hava neytini í haganum. Men eina ferð gekk minni væl. Okkara neyt gingu í Dalinum, tað bleiv rópt í Dalsneytum. Tey, sum vóru hinumegin varð rópt í Bøneytum.
At ganga til neyta var sjálvsagt konu­fólkaarbeiði, og systrarnar plagdu at fara hjá okkum. Ein dagin, tað hevði verið áarføri, var elsta syst­irin, Diddan, farin til neyta sam­­­an við øðrum neytakonum.
Tá ið vit sóu neytakonurnar koma aftur, sóu vit, at Diddan gekk frá hinum. Vit sóu, at spannin var so lættfør í hondunum á henni og ánaðu, at her var ikki væl vorðið.
Tá hon kom undir køksvindeygað hjá okkum, tá skar hon útí at gráta, tí kúgvin hjá okkum, sum var so spøk og góð at fáast við, var deyð, og slíkt var ein ringur missur.
Kúgvin var druknað í ánni – Stórá. Neytini høvdu verið sunnan fyri ánna og hava so skula farið yvirum, tá er hetta hent. Tað var regn og áarføri, so neytini eru komin norður um ánna, tann vegin var gongdin fyri at koma heim.
Hetta var sera óheppið. Mitt í ánni var ein stórur steinur og kúgvin var komin at liggja móti hesum steini og var druknað. Vit vóru sera ring um hesa góðu kúgv.

Torv
Vit høvdu torv sum øll onnur. Vit høvdu altíð fullan besetning av torvi. Hetta var á Skørunum, Mýr­un­um, í Heiðunum og í Nesinum (Por­kerisnesi).
Uppi á Skørunum var ógvuliga høgligt at fara eftir torvi. Tað komst aftur og fram eftir einum hálvum tíma.
Torvið tornaði væl, men hetta var ikki av tí torvi, sum lá leingi á. Men omanfyri Hamravatn longri vesturi, har høvdu vit eisini torv og tað var nokk so gott torv. Torv var sera ymiskt til góðsku, og sumt hilnaðist nógv betur enn annað. Tað besta var kolamógvur.
Vit høvdu gróthús til torvið, tað høvdu ikki øll. Pápi hevði annan endan og beiggin, Zacharias, hin endan. Tað var nógv vert at hava torv­hús um ringur terri var. Tá kundi torvið tornað inni í grót­hús­in­um.
Har høvdu teir ein rennistrong, sum lætti nógv um arbeiðið. Torvið varð koyrt í sekkir og teir vóru so bornir til rennistrongin.
So krøktu teir sekkirnar við ein­um króki uppá tráðin, og tá kundu teir koma heilt oman á slættan, har sum gróthúsið stóð. Tað var ein stórur lætti at fáa tað oman á henda hátt. Um tað hendi seg, at ein posi støðgaði upp og ikki kom oman, so høvdu teir ein annan krók, sum ein annar sekkur varð krøktur á, og so komu báðir oman. Ein endi mátti havast á posunum at halda eftir, so tað ikki gekk ov skjótt. Tá kundi sekkirnir skrædna tá ið teir brustu í vollan har niðri.

Bjargaðu veðrinum
Ein morgun fóru tvær systrar hjá mær í Heiðina eftir torvi. Tá vit komu har, sum vit ganga upp, vit kalla tað á Vegaskarð, nú síggja tær at okkurt stórt hongur á renni­strong­inum, og at tað er livandi. Tær máttu sjálvandi fara at vita, hvat tað var. Hetta var í brundtíðina seint á heysti. Nú er tað ein veðrur, sum hevur gnagað seg uppá tráðin.
Annað hornið var komið at hanga uppi á tráðnum, og veðrurin hevði mist fótafestið. Meira hann sprakl­aði, tess longur fór hann oman­frá. So tær rukku ikki til hann og vendu heim at siga frá. Onkur, sum hevði ein langa seiðatráðu, fór so niðan aftur við teimum. Hann toygdi seg so oman, fekk í hornini á honum og fekk hann niðan aftur. Hann var sprell-livandi og kundi halda á fram við sínum virksemi!
Danbjørg setti síni spor
Tá ið eg fór í skúla, var Johan Dan­bjørg lærari. Hann var kendur politik­­ari og løgtingsmaður í ár­tíggj­ur.
Allar fyrst var tað Dagmar Næs, sum var lærari. So kom Elsa Sim­on­sen, hon giftist við Johan í Gjørðum og fekk navnið Larsen. Mamma Danbjørg kundi onkuntíð vera vikar, tá ið Danbjørg var í løg­tinginum. Danbjørg var ein góð­ur lærari, hann kundi vera eitt sind­ur strangur, men tað kundi eisini treingja til. Í skúlanum var ein Stóra­stova og ein Lítlastova. Klass­arnir gingu ikki longur upp enn í fjórða klassa, so man mátti vera í fleiri ár í onkrum klassum. So tað kundu vera úti móti 30 børnum í klass­anum í senn.
Men tað var sjáldan, at øll vóru í skúla í senn. Umberingin var ikki altíð so góð, sum tá ein mamma segði, at hon hevði ikki kreftir at vekja gentuna! Tað merktist ikki so nógv á frálæruni, at Danbjørg var politiskt virkin. Men eitt sindur var tað kortini uppundir løgtingsval.
Men okkurt hevur hann dugað kortini. Porkeri var í Danbjørg`sa tíð ein javnaðarbygd burturav. Tað var ikki so løgið. Men merkis­vert er tað kortini, at tað er hon fram­vegis meira enn 40 ár eftir, at Danbjørg er deyður. Her hevur javnaðarflokkurin hildið betri stand enn í hinum stóru javnaðar­bygd­unum í Suðuroy.
Tað sigst eisini, at Danbjørg skip­aði fyri, at Porkeri var ein tann fyrsta bygdin, har tað varð skift út. Hetta gjørdi tað lættari at fáa grundstykki, so teir nógvu skipararnir og aðrir kundu byggja í Porkeri heldur enn at flyta til Vágs. Eitt úrslit av hesum er tann sokallaða “skipararekkjan” í Por­keri, har tað tó kortini ikki bert búðu skiparar. Men her sæst, at talan hevur verið um eina skipaða húsabygging, sum ikki altíð var ein sjálvfylgja tá í tíðini.
Danbjørg var eisini ógvuliga hjarta­góður og hann vildi ikki at nak­ar skuldi treingja. Hann gjørdi nógv fyri at hjálpa teimum, sum ikki vóru so væl fyri. So tað var ikki so løgið, um hann var væl umtóktur.

Havhestasjúkan
Í 1937 var eitt sorgarár í Porkeri, tá doyðu fimm konur í Porkeri í besta aldri av nátasjúkuni. Tær vóru frá 22 til 38 ára gamlar. Allar hesar konur doyðu innan fyri ein mánað. Í bóklingi, sum læknin í Vági, Arthur Vaag skrivaði um havhestasjúkuna. Hann greiðir frá konunum í Por­keri, sum doyðu. Sum tað sæst nevn­ir hann bara forbókstavirnar. Men tann næstfyrsta í røðini er so Kristi­anna Sørensen, kona Hans Paula undir Stígnum.
Hetta vóru tær, sum doyðu av náta­sjúkuni í Porkeri í 1937:
22 årig gift kvinde, J.M, f. 3/7 1915 d. 7/9 1937
38 årig gift kvinde, K.M.S.S f. 31/7 1899 d. 19/9 1937
32 årig gift kvinde P.P.B, f. 22/8, d. 30/9 1937
38 årig gift kvinde S.N.H f. 11/9 1899, d. 1.10 1937
26 årig gift kvinde K.M.D. f. 3/10 1910 d. 17/9 1937

Sum tað sæst eru konurnar í onkr­um føri deyðar dag um dag. Í øðrum vóru tveir dagar millum, so í fleiri umførum stóðu fleiri av kvinnunum undir børu í senn. Hetta hevur sjálv­sagt sett sítt merki á bygdina.
Hetta ár doyðu 10 kvinnur í land­inum av havhestasjúkuni, so helvtin vóru porkeningar. Av teimum sum doyðu av nátasjúku vóru nógv flest suðringar.
Tað var hvørt hús í bygdini, sum var ávirkað av hesum. Tað vóru jú eisini nógv børn, sum mistu mamm­una. Fleiri av konunum vóru við barn, og tey børnini vóru sjálv­sagt eisini offur fyri henda sorgar­leikin.
Eg minnist eisini, tá ið kona Hans Paula undir Stígnum, Kristi­anna, doyði tann 19.9. hetta sama ár. Dóttir hansar Margith og systir mín, Hjørdis, vóru altíð so væl. Mar­gith var nokk so nógv uppi hjá ommu síni á Matteisini. Húsini standa har uppi enn. Hetta var av fremstu húsum tá í tíðini. Margith var elst av systkjunum. Tí kom hon longu 12 ára gomul at fáa ábyrgd heima.
Hans Pauli var burtur til skips, og hann visti av ongum, at konan var deyð. Tá ið jarðarferðin av Kristi­onnu var í gongd síggja teir skipið, Hans Pauli var við, Agnes Louise, koma inn eftir fjørðinum. Steðgað var sostatt við jarðarferðini, til Hans Pauli var komin í land í Vági. Í staðin fyri at hitta eina fegna konu, mátti hann ta tungu leið beint til jarðarferðina hjá henni.
Ein onnur sorgarsøga er tá ið pápi Hans Paula, Jóannes, doyði. Hann fekk hálsbetendilsi og var ringur av tí. Hann skuldi so fáa ein heilivág móti hesum.
Samstundis skuldi ein maður í Vági fáa medisin til eitt heilt annað endamál. Men her var bland komið í. Betta, mamma Hans Paula, segði, at hon gav manninum um kvøldið av hesum skeiva medisininum og hon sá, at hann versnaði, tá gav hon honum meira. Hon angraði til sín doyggjandi dag, at hon skuldi geva honum meira av hesum medisinum, tí tað gjørdi bara ilt verri.
Men tey kláraðu seg gott Undir Stígnum. Tey høvdu nakað av ogn. Betta var ein virkin kona. Hon vev­aði fyri fólk, og hon vevaði til tey sjálvi. Har varð einki keypt.
Hans Pauli var ein raskur maður, tað sæst á stykkinum hjá honum. Eg kann ikki ímynda mær, hvussu nógv tons av gróti hann koyrdi niður í jørðini. Her er alt ein slætti, og tað var væl gjørt eisini, so ikki var neyðugt at fara aftur um aftur.
Fyrst koyrdi hann tað stóra grótið niður í, og so tað smærra aft­ur. Undir krígnum var øgiligt ar­beitt uppá jørð her. Her var nógvur hagi gjørdur til vakran bø.
Eg og Hans Pauli vóru væl. Hann var uppstillaður til kommunuvalið. Hann kom til mín at fáa meg upp á listan. Hann var leingi í komm­unu­stýrinum.
Hans Pauli hjálpti mær eisini at skjóta, tá ið eg gróv út fyri húsini. Tað var sum ofta stórir steinar at fáa upp. Hetta verður í dag ornað við maskinum.

Um nátasjúkuna
Nátasjúkan var bert ein av vanlukk­un­um sum raktu føroyingar hesa tíð­ina. Eingin visti frá byrjan av, hvat hetta var og hví serliga kvinn­ur vórðu raktar. Tað vóru tveir dansk­ir læknar, sum gjørdu sítt fyri at staðfesta sjúkuna, og teir vóru R.K. Rasmussen, lækni á Eiði, og Arthur Rasmussen, seinni Vaag, lækni í Vági. Læknin í Vági kendi seg snýttan fyri heiðurin til fyrimun fyri læknan á Eiði. Tað verður við­ur­kent, at nakað var um hetta. Tað komu nakrar misskiljingar í, tí báðir itu Rasmussen.
Arthur Vaag gav út í 1967 ein bókling “Havhestesygen 1930-1938”, har hann lýsir gongdina við náta­sjúkuni. Hann greiðir frá, at hon var fyrstu ferð staðfest í 1930. Men tað var ikki fyrr enn í 1937, at læknar fingu illgruna um, at hetta var ein serstøk sjúka, sum tó var væl kend uttan fyri land­oddarnar. Hetta sæst eisini í Før­oya­tíðindi, sum kom út í Suður­oy, og sum tí hevði meira samband við sjúkuna enn hini bløðini. Her verður í 1937 sjúkan nevnd sep­tember­sjúkan eftir mánaðinum, sum hon tók seg upp. Arthur Vaag man hava eisini sín leiklut í stað­festingingi av sambandinum millum sjúkuna og nátaveiðuna.
1. oktober 1938 hevur Før­oya­tíðinda ein stubba, har tað m.a. verð­ur sagt:

Havhesten og Septembersygen
Der er nu kommet Besked fra Robert Kock Instituttet i Berlin om, at det er lykkedes at paavise Virus (Smittekim) i den 3 Sending Hav­heste her fra Færøerne, der blev nedsendt til Undersøgelse. Og det anses for godtgjort, at det drejer sig om Papegøjesyge Virus.
Selvom det kan betragtes som givet, at Smittekimer til den uhygge­lige Septembersyge fra Hav­hesten til Mennersker, ud­taler Videnskaben ikke noget her­­om endnu, den skal jo kunne føre uigen­­drivelige Beviser for de Resul­taters Rigtig­hed, den maatte komme med.
Men der kan dog næppe være Grund til at nære Tvivl om, at det skulle være et mærkeligt Sam­mentræf om Septembersygen net­op holdt sig fra de Bygder, hvor Hav­hestefangsten i Aar har været Indstillet og hvor Sygen i de fore­gaaende Aar har krævet saa mange Ofre.
Ein av hesum bygdum man hava verið Porkeri, tí í 1938 doyr eingin í bygdini av nátasjúkuni. Tilsamans eru hetta ár fýra slík deyðsføll og bert eitt er í Suðuroy, tað er í Froð­bæ.
----

Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað greitt frá útróður og vanlukkuni við Búgvanum í 1940.