Maðurin, sum leiddi føroyskan fótbólt á altjóða pallin, andaðist í dag eftir stutta sjúkralegu. Hann gjørdist 61 ár Eingin ivi er um, at Torleif Sigurðsson meira enn nakar annar gjørdist ímyndin av altjóða gongdini hjá føroyskum fótbólti.
Hóast mótstøðan var stór, so helt hann fast um avgerðina, sum varð tikin í 1989 um, at Føroyar skuldu takast við mætar fótbóltstjóðir á altjóða leikvøllum. Og eftir fyrsta minniliga dystin í Landskrona mundi hann eisini hava svarað teimum flestu. Gjøgnum altjóða luttøkuna hjá føroyskum fótbólti var hann eisini virkin innan UEFA, sum heiðraði honum við serstakari heiðursløn fyri trimum árum síðani.
Í fjør gjørdist hann formaður í KÍ.
Umframt fótbóltin var Torleif tó eisini virkin i so mongum øðrum høpi. Áðrenn formansskeiðið í FSF, sum hann røkti fá 1981 til 2002, var hann formaður í Róðrarsambandinum. Hann var býráðslimur í Klaksvík í nógv ár, og eisini var hann stýrislimur í SEV.
Í borgarliga starvinum var Torleif leiðari av FK í Klaksvík, eins og hann var reiðari hjá Pison og seinni Kvik, umframt at hann var útgerðarmaður hjá fleiri øðrum bátum.
Torleif var giftur Elsu Mariu, og saman fingu tey fýra børn. Steindór, sum læt lív í ferðsluvanlukku, Sofíu, Margrethu og Ernu.