Tormóður gjørdi comeback

Tormóður framførdi Lagið "We both know"

Tormóður, tú hevur júst framført lagið hjá tær “We Both Know”, áðrenn Safir komu á pallin. Tróndur Vatnhamar, ið presenterar tónleikarnar í kvøld, kallaði tað “eitt comeback til Tormóð Djurhuus”. Hvat meinti Tróndur við?  

 

“Tróndur meinar við mína seinastu og einastu live framførslu. Hetta var á Voxbotn aftur í 2012. So man kann kalla hetta eitt 10 ára jubileum ella comeback”.

 

Vónandi verða tað ikki 10 ár, til vit aftur fara at hoyra teg framføra. Eg fari at kalla hetta tína fyrstu live framførslu, hvussu heldur tú, at hon eydnaðist?

 

“Tað var ótrúliga stuttligt. Her vóru nógv fleiri fólk, enn eg hevði torað at droymt um. Fleiri av teimum, ið stóðu har frammi, vóru vinir og kenningar, og tey sungu ómetaliga væl við. So tað var sera stuttligt”.

 

Tú hevur gjørt tvey løg, ið eru at hoyra á stroymingartænastunum. Hví framførdi tú bara eitt lag?

 

“Tað er orsakað av umstøðunum. At eg skuldi spæla varð kunngjørt fyrradagin, so tað bleiv koyrt í eina liðugt gjørda skrá. Sangurin, ið eg framførdi “We both know” ber til at spæla við akkustiskum guitara. Skuldi eg havt hin sangin við, so hevði tað kravt fleiri ljóðføri, fyri at levera eitt gott produkt. Tí bleiv tað á hendan hátt”.

 

Nú tú hevur fingið frí, hvat gleðir tú teg mest til at hoyra í kvøld?

 

“Sum heild er hetta ein feit skrá. Eg skal 100% lurta eftir systkinabarninum hjá mær Riley. Til tey seinastu nøvnini plagar hýrurin at verða avbera góður – Swangah og Tobias Rahim eru tvey feit nøvn. Týr, Tungevaag, ja eg kundi tað sama lisið alla skránna. Eg haldi at her eru serstakliga nógv góð nøvn í ár”.