Gunnvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík er sannførd um, at Torradagarnir saman við Summarfestivalinum og Sjómannadegnum gera borgararnar í kommununi glaðari Seinastu dagarnar hava Torradagar verið í Klaksvík, og sambært borgarstjóranum eru dagarnir við til at gera klaksvíkingar glaðari.
- Eg haldi, at dagarnir hava eydnast væl. Um mann hugsar um hesa árstíðina, so er gott, at vit hava tílík tiltøk, tí eftir jól eru januar og desembur ofta langir og myrkir. Árstíðin hevur nokk verið við til at gera, at dagarnir hava verið so væl umtóktir.
Tá Gunnvá við Keldu verður spurd, hvat hevur verið serliga gott við hesum Torradøgunum, greiðir hon frá, at fyrilesturin í samband við, at Hjalti í Jákupsstovu fer frá á Havstovuni, var væl vitjaður, umframt, at Klaksvíkar sjómanskúli hevur havt opið hús, og so er hon spent til tiltakið um Klaksvíkar søgu 2, sum verður í kvøld.
- Men tað hevur eisini verið ein væl vitjað myndaframsýning í Skálanum við myndum frá 50unum, sigur Gunvá við Keldu.
Í morgin verða heilsurenning og heilsukafé.
Um tað, sum er minni væl eydnað sigur Gunvá við Keldu, at tað kanska hava verið ov nógv tiltøk samstundis.