Chelsea er víðari í Europa League, eftir at teir vunnu 3-1 á Steaua Bukarest. Fernando Torres spældi allan dystin og skoraði eisini til 3-1, men tá hann skuldi sparka allan iva til viks, so endaði brotssparkið á tvørstongini.
Champions League vinnararnir vóru á veg úr Europa League kappingini í hálvleikinum. Fyrst legði Juan Mata Chelsea á odda, men við seinasta sparkinum í fyrra hálvleiki javnaði Vlad Chiriches fyri Steaua Bukarest.
Í seinna hálvleiki kom tó ferð á Chelsea og rumensku gestirnir høvdu lítið at bjóða upp á. Tá dysturin var ein lítlan tíma gamal legði John Terry Chelsea á odda. Hann bleiv púra leysur og stútaði eitt frípark í mál.
Avgerandi málið kom tjúgu minuttir fyri tíð, tá Fernando Torres rak framvið einum verjuspælara og meddaði til lágt í handara síðunet. Eitt sindur sigandi fyri tíðina hjá Fernando Torres í Chelsea, so brendi hann eisini eitt brotsspark stutt fyri tíð. Tað fekk tó onga ávirkan á hvør kemur víðari. Tað ger Chelsea.
Bara eitt mál kom í báðum uppgerðinum millum Newcastle og russiska Anzhi. Tað kom hinvegin í evstu løtu í seinna hálalvleiki í seinna dystinum, tá Papiss Cisse skoraði og sendi Newcastle víðari.
Sostatt eru øll tey trý ensku liðini víðari til fjórðingsfinalurnar. Lutakastið til fjórðingsfinalur verður í morgin.
Europa League 1/8 finalur:
Ruben Kazan(0) (0)Levante 2-0(Eftir umdyst)
Ruben Kazan vinnur samanlagt 2-0
Zenit(0) (2)FC Basel 1-0
FC Basel vinnur samanlagt 2-1
Inter Milan(0) (3)Tottenham 4-1(Eftir umdyst)
Tottenham víðari við reglugerðini um útivallarmál
Bordeaux(0) (1)Benfica 2-3
Benfica vinnur samanlagt 4-2
Chelsea(0) (1)Steaua Bukarest 3-1
Chelsea vinnur samanlagt 3-2
Fenerbahce(1) (0)Viktoria Plzen 1-1
Fenerbahce vinnur samanlagt 2-1
Lazio(2) (0)VfB Stuttgart 3-1
Lazio vinnur samanlagt 5-1
Newcastle(0) (0)Anzhi 1-0
Newcastle vinnur samanlagt 1-0