Á Anfield road í Liverpool og millum Liverpool fjepparar yvirhøvur er fótbóltslagið hetta vikuskiftið betri, enn tað leingi hevur verið. Mitt í viku vann Liverpool góðan heimasigur í europeisku meistarakappingini, og í dag vann Liverpool landskappingardyst á heimavølli 3-2 ímóti Middlesbrough.
Stóri maðurin á Anfield var spanski álopsspælarin Fernando Torres. Hann skoraði øll trý Liverpool málini og stóð harvið fyri hattrikki.
Turkiski landsliðsspælarin, Tuncay Senili, legði Middlesbrough á odda, men so setti Torres ferð á. Hann skoraði í 28., 29. og aftur í 61. minutti, og tí var talan bara um pynt fyri útiliðið, tá ið Stewart Downing minkaði um munin.
Botnliðið Derby tapt aftur í dag. Hesa ferð var tað á útivølli ímóti Wigan, sum vann 2-0.
Á heimavølli í London uppgerð ímóti West Ham tapti Fulham 1-0. Málið skoraði Nolberto Solano, tá ið hann tóktist sparka bóltin úr hondunum á finska Fulham málverjanum, Antti Niemi. Dómarin góðkendi málið, og tað fekk øði í danska Fulham spælaran Leon Andreasen. Hann mótmælti so dyggiliga, at dómarin vísti honum av vøllinum.
Portsmouth megnar framvegis at hanga í. Á Fratton Park heimavøllinum syrgdi Jermaine Defoe fyri sigursmálinum við brotssparksmáli. Tepra tapið ber við sær, at tað rættuliga brennir undir Sunderland.
Síðsti dysturin í dag er tann millum Newcastle og Manchester United. Har var fyrsta bríkslið klokkan 17.15.