Við at skora í sínum áttanda heimadysti á rað hevur Fernando Torres skotið seg ájavnt gamla felagsmetinum, sum Roger Hunt á sinni setti fyri Liverpool Við 15 málum í seinastu 17 dystunum hevur Torres eisini sýnt seg sum ein óvanliga vandamiklan harra. Higar til hevur hann skotið 32 mál hetta kappingarárið, og tað er bert Ronaldo, sum hevur gjørt tað betur. Sami Ronaldo var eisini maðurin, sum forðaði Torres í at fáa heiðurin sum ársins spælari í Onglandi.