Fernando Torres avdúkar í samrøðu við sjónvarpsrásina hjá Chelsea, at hann longu í summar vildi sleppa vekk úr Liverpool.
- Eg kendi á mær í summar, at eg hevði brúk fyri at koma víðari í míni yrkisleið, um eg skuldi uppfylla mínar ambitiónir sum fótbóltsleikari, sigur Fernando Torres við ChelseaTV.
Fernando Torres skifti í 2007 til Liverpool, sum tá var í framgongd og júst hevði verið í Champions League finaluni fyri aðru ferð upp á trý ár. Eftir kappingarárið 2008/09, tá Liverpool endaði á einum øðrum plássi, hevur felagið selt fleiri av sínum bestu leikarum. Í fjør endaði Liverpool á sjeynda plássi og rak harvið ikki Champions League fótbólti.
- Tað eru góð tíðindi, at eg kann spæla í Champions League við Chelsea. Allir leikarar vilja spæla í Champions League og tað er ein týdningarmikil kapping, sigur Fernando Torres.
Chelsea kann keypa ein nýggjan leikara, sum kann spæla í Champions League, treyta av at hann ikki hevur spælt Champions League við øðrum felagið í sama kappingarári.
Fernando Torres sigur víðari, at hann einki ilt hevur at siga um Liverpool, men tað tykist greitt, at afturgongdin hjá Liverpool seinastu tvey árini er orsøkin til at Fernando Torres nú er Chelsea leikari.