Tórs verður Contórs

Gamla Tórs Cafeteria, sum í síni tíð var bæði matstað og dansistað, er nú karmur um nýggja skrivstovufelagsskapin, Contórs Cafeteria.

Hans og Laufey Blaasvær hava tikið stig til nýggja skrivstovufelagsskapin, Contórs Cafeteria, sum heldur til í gamla Tórs Cafeteria mitt í Havnini.

Contórs Cafeteria fevnir um tríggjar skrivstovur og sjey skrivaraborð, sum fólk kunnu leiga í longri ella styttri tíðarskeið. Eisini eru fundarhøli og stórt felagsøki á staðnum, umframt køkur og vesi.

Sjálv er Laufey uppvaksin í húsunum í Niels Finsensgøtu, og hugskotið kom, tí hon sjálv fegin vildi seta skott millum arbeiðs- og privatlívið, tí hon sjálv hevur arbeitt heima í eitt ár.

– Eg hugsi, at onnur sjálvstøðug vinnurekandi eisini hava brúk fyri at arbeiða úti í býnum, sigur Laufey við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.